Herfyri setti Jógvan Fríðriksson eina bíbliunevnd, ið skal leggja lunnar undir eitt føroyskt bíbliufelag eftir altjóða leisti.
- Hetta merkir í stuttum eitt tvørkirkjuligt bíbliufelag, har allar kristnar kirkjur og samkomur hava innivist og samstarva, sigur hann.
Bíbliunevndin fer at arbeiða sjálvstøðugt og hevur sjálvræði at virka, soleiðis sum nevndin metir skilabest.
- Bíblian er heimsins besta bók og grundarlagið undir læru og lívi teirra kristnu. Tess vegna fer Bíbliunevndin at skapa Bíbliuni virðilig kor. Á skránni er eisini yvirtøka av ognarrættinum til Bíbliuna hjá Dahl/Viderø, upplýsir Jógvan Fríðriksson. .
Nevndin er mannað við sjey limum: Dánial á Dul Jacobsen umboðar hvítusunnusamkomurnar. Ole Jacob Nielsen umboðar katólsku kirkjuna. Pauli Høj umboðar ta karismatisku rørsluna. Jenny Lydersen, Øssur Kjølbro, Uni Næs og Bergur Debes Joensen umboða fólkakirkjuna.
Nevndin hevur skipað seg við Bergi Debes Joensen sum formanni. Dánial á Dul Jacobsen er næstformaður.