Tað ljóðar gott, tí júst boðini um at spara kunnu vera eitt gylt høvi at endurskoða og rudda upp í okkara ørgrynnu av almennum, kommunalum, hálvalmennum og hálvkommunalum skipanum, sum gera tað púra vónleyst bæði fyri bæði borgarar og starvsfólk at finna runt og virka í teimum. Í okkara lítla oyggjalandi hava vit megnað at skapa eitt almannaøki, sum er so fløkjasligt, at tað neyvan finnur sín líka nakra staðni.
Fyri 2 - 3 árum síðan skipaði Føroya Kommunufelag fyri ráðstevnu um eldraøkið við luttøku av kommunum frá øðrum útjaðaraøkjum í okkara grannalondum. Har var nógv áhugavert at hoyra. Eg festi meg m.a. við, hvussu skipanir aðrastaðni, sum varða av eldra- og brekøkinum, royna at gera skipanirnar so einfaldar, gjøgnumskoðiligar og effektivar sum gjørligt. Eitt dømi var ein kommuna í Norðurnoregi, har tey høvdu eina tvørfakliga vistitatiónseind mannaða av sjúkrarøktarfrøðingum, sosialrágevum og fysio- og ergoterapeutum. Allir borgarir í kommununi frá vøggu til grøv, sum høvdu tørv á almennari tænastu, komu soleiðis beinleiðis í samband við viðkomandi fakkunnleika, sum kundi visitera til eina tænastu, sum nøktaði teirra tørv. Logiskt og einfalt, har hava vit nógv at læra.
Hjá okkum tykist tað vera púra tilvildarligt, at økini, sum veita socialar tænastur, síggja út, sum tey gera. Meginreglan tykist at vera, at ein skipan við einari leiðslu, sum einaferð er vorðin til, er friðhalgað og um tørvur er á tænastum, sum onkursvegna ikki passa júst til hesa skipanina, ja, so er loysnin at gera eina aðra skipan. Úrslitið er m.a. tað løgna fyribrygdið, at ikki minni enn tvær almennar skipanir virka lið um lið innan primera sektorin - Almannastovan og Nærverkið, sum so aftur virka undir liðini av ymiskum kommunalum skipanum og ikki at forgloyma øllum lands- ella kommunudekkandi sjálvsognarstovnunum. Allar hesar skipanir veita somu og líknandi tænastur til somu borgarar. Støðan gerst ikki minni fløkjaslig av, at t.d. bæði Almannastovan og Nærverkið á ymiskan hátt hava deilt Føroyar upp í hvør síni geografisku øki, ymisk tænastuøki v.m., sum so aftur skulu virka saman við øllum hinum skipanunum.
Starvsfólk í hesum skipanum royna sum frægast at finna út av, hvussu samstarvið teirra millum skal skipast sum heild og í mun til einkultar brúkarar. Tað er ikki óvanligt, at heilir herskarar av umboðum fyri hesar ymisku skipanir hittast fyri at royna at finna út av, hvussu eitt einstakt lív skal livast ella hvussu somu og líknandi tænastur, sum allar hesar skipanar veita somu móttakarum, skulu veitast. Tað krevur heilt serligar menniskjaligar eginleikar hjá brúkaranum ikki heilt at missa seg sjálvan burtur í øllum hesum, samstundis sum hetta bæði forðar fyri fakligari menning og nøgdsemi av starvsfólki og menning av tænastunum sum heild.
Á einari europeiskari ráðstevnu fyri ergoterapeutar, sum eg var á seinasta summar, var eitt av herrópunum "vison without action is daydream, action without vision is nightmare". Eg haldi, at handan útsøgnin talar fyri seg. Uttan iva hava vit nokk av bæði visiónum og handlingum í øllum okkara skipanum, men spurningurin er, um samanhangur er ímillum visiónirnar og handlingarnar. Um yvirskipaða visiónin við okkara tænastum til fólk við tørvi á socialum tænastum var, at tær vóru virðiligar fyri einstaka borgaran, hevði handlingin verið, at dentur varð lagdur á at skipa tænasturnar, so at borgarin slapp undan at ganga biddaragongd ímillum ymiskar skipanir fyri at fáa eitt so virðiligt lív sum gjørligt hóðast brek. Tvs. dentur hevði verið lagdur á at skapa so einfaldar og gjøgnumskygdar - og ikki at forgloyma effektivar - skipanir sum gjørligt.
Eg havi sjálv starvast í 3 ymiskum skipanum innan primera økið, har eg havi upplivað, hvussu hesar skipanir og aðrar yvirlappa hvørja aðra og bæði starvsfólk og brúkarir eru ørkimlaði og maktarleys. Eg náddi ikki at koma allan sólarringin runt innan allar skipanirnar, men tað var dagligur kostur ikki at kunna seta tiltøk í verk í samráð við borgaran, tí tað snøgt sagt ikki bar til, sum økið sær út. Um eg nú var tann einasta, sum upplivdi hetta, hevði eg neyvan skrivað hesar reglurnar, men hetta var ein afturvendandi trupulleiki hjá fleiri øðrum, sum arbeiddu í onkrari skipan innanfyri økið.
Vit, sum starvast innan allar hesar skipanirnar, hava frælsi at finna okkum annað arbeiði, um vit ikki halda út at arbeiða undir sovornum umstøðum og vit eru mong, sum gjøgnum árini hava gjørt tað júst av teirri orsøk. Men tey, sum hava tørv á tænastunum, hava ikki frælsið at rýma úr skipanunum, so óansæð hvussu ónøgd og frustreraði tey eru, mugu tey onkursvegna laga seg eftir skipanunum. So mikið størri er ábyrgdin hjá teimum, sum varða av tænastunum at skipa tær, so at bæði borgarin og samfelagið fær so nógv gagn av tænastunum sum gjørligt og so at starvsfólk mennast og trívast í skipanunum. Tað er eisini ein sannroynd, at samanhangur aloftast er ímillum nøgdar brúkarar, vælvirkandi socialar tænastur og nøgd og kompetent starvsfólk. So Rósa, tað er bara at fara gongd, vit eru nógv sum gleða okkum!










