Føroyskir tónleikarar taka kjansin í nýggja heiminum

Ungu føroysku tónleikararnir himprast ikki við at leggja leiðina út í heim fyri at royna seg og tónlistaverk síni. Hettta er rættiliga nýggj gongd innan føroyskan tónleik. Høgni Lisberg er ein av teimum, ið hevur verið á tónleikaferð úti í heimi. Vit hava spurt hann, hví rákið er soleiðis í dag, og um føroyska lítillátni er burtur

Høgni Lisberg kom fram sum trummuleikari í bólkinum Clickhaze. Hann hevur spælt trummur og guitar, síðani hann var heilt ungur, men tað undraði kanska onkran, tá trummuleikarin gav út fløgu við tónleiki, rótfestum í guitarleiki, og guitaran leikti hann sjálvur.
? Eg síggi meg tó enn sum ein trummuleikara, sum ger nakað annað, sigur Høgni Lisberg.
Um orsøkina til, at fløgan kom út, sigur hann, at hann hevði løg liggjandi. Hann fekk sær harðdiskupptakara og saman við Jens L. Thomsen, ið spældi bass í Clickhaze, fór hann at taka upp og gera løgini liðug.

Gekk væl í Sveis
Høgni fór á tónleikaferð í Sveis, tá fløgan var útkomin. Hetta kom í, tí ein úr Sveis, nevndur Felix, vitjaði í Føroyum og fekk áhuga fyri tónleikinum her. Hann fekk sambond við Tutl. Høgni hevði samband við Tutl og síðani við Felix. Soliðis kom samstarv við Roger, ið hevur fløguhandilin Tonart í Sveis. Og sambondini vóru góð, og endin var, at Høgni Lisberg fór á tónleikaferð í Sveis. Tonart selur nú fleiri føroyskar fløgur.
? Ferðin gekk væl. Hetta var ein goodwill ætlan. Nógvir pengar vóru ikki í myndini, og í Sveis er tað so, at ein fær onki fyri ongar pengar. Men við hjálp frá Felix fekk Høgni nógva og góða miðlaumrøðu, og Felix ger arbeiðið av áhuga. Stórt arbeiði varð gjørt fyri at koma í bløð og loftmiðlar, og tað telur líka nógv, ella meira, enn keypt lýsingapláss, so hetta er eisini ein spurningur um at hava eydnuna við sær, metir Høgni.
- Fólk dámdu tónleikin væl. Eini 600-700 fólk hoyrdu konsertirnar, men næstu ferð verður betri lagt tilrættis og vit arbeiða eisini við at fáa bookingfeløg inn í myndina, sigur Høgni, sum eisini fekk selt heilt væl av fløgu síni á ferðini í Sveis.
Knút Eysturstein Háberg, ið júst hevur givið fløgu út, roynir seg nú eisini hjá Tonart í Sveis. Tonart arbeiðir við at fáa føroysku fløgurnar út til aðrar handlar eisini.
Mennirnir í Sveis, Roger og Felix, hava annars sending í útvarpi í Sveis, har teir spæla norðurlendskan tónleik. Øll ætlanin er ein samskiftisætlan, so væntandi er, at í næstum koma tónlistavitjandi úr Sveis hendaveg at spæla.

Hví út í heim?
Men hvusu ber tað til, at rákið er so í dag, at føroyskir tónleikarar at kalla ósmædnir leita út í heim. Er føroyska lítillátni burtur?
? Ja, kanska. Men tá ein sær, at tað ber til, so gevur hetta íblástur, sigur Høgni, og nevnir t.d. Teit Lassen.
? Men hetta fær eisini tónleikarar at gera vøruna betri, tí tað krevst nógv. Í dag eru eisini góðir stuðulsmøguleikar til upptøku og ferðing. Men globaliseringin hevur heilt víst nakað at siga. Heimurin er minni og ein fær fatur á nøvnum og bústøðum hjá øllum, bert við at trýsta seg fram á alnetinum, sigur Høgni Lisberg um rákið, har fólk ikki smæast burtur í alheims høpi.
? Tað er kanska eisini soleiðis í dag, at fólk tíma ikki at spæla coverløg. Og Føroyar eru lítlar. Ein hittir skjótt fólk aftur, um ein ferðast einaferð ella tvær ferðir kring landið, og tá krevst eisini stór endurnýgging av tilfarinum, sigur Høgni Lisberg.

Hvat skal til?
Men hvat skal til, um ein skal gera vart við seg úti í heimi?
? Tol, hepni, góð rávøra og hjálp frá góðum fólki, sigur Høgni stutt og greitt.
Men hann minnir á, at áhugi er enn fyri bólkinum Clickhaze og sambondini har eru enn heil, og tey nýtti Høgni eisini, tá hann skuldi leggja sína tónleikaferð tilrættis.
? Tí tað snýr seg um at hava nógv og góð sambond, staðfestir Høgni Lisberg.

Fløgan eldist skjót
Høgni, sum nú býr í Danmark, er aftur farin í gongd við fløgu. Í januar fer hann í Lundgaard upptøkuhølini og aftur hevur hann við sær vinmannin Jens L. Thomsen. Men um talan verður um júst sama stíl, sum á fyrru fløguni, veit hann ikki, men kanska um sama anda. Fløgan kemur út í vár.
? Eg havi lært nógv, millum annað, at ein fløga er gomul dagin eftir hon er komin út. Tað hevði eg ikki hugsað um áður, sigur Høgni.
Høgni hevur fingið sær managara. Petur Hansen er við í felag, sum m.a. ger heimasíður, so umframt at vera managari, ger hann eisini heimasíðuna hjá Høgna, ið nevnist www.hogni.com