Føroyskir tónleikarar í strikum

Leygardagin 2.mai kl.16.00 letur upp framsýning við Pernille Mejslov við tekningum av føroyskum tónleikarum


Eftir tríggjar ferðir í Føroyum og túsundvís av strikum sýnir danska Pernille Mejslov nú 50 tekningar fram í Norðurlandahúsinum av føroyskum tónleikarum.

Á framsýningini "Tónleikatekningar úr Føroyum" spæla føroyskir tónleikarar ein heldur øðrvísi leiklut sum listarlig myndevni. Í smáum bólkum heima í stovuni, til alt symfoniorkestrið undir venjing til jólakonsertirnar ella til The Wall hevur listakvinnan á sín egna hátt endurskapa tónleikin í sínum tekningum. Ella sum ein ummælari tók til: Á framsýningini fara vit at hoyra tekningarnar hjá Pernille Mejslov ...

Sjálv sigur listakvinnan, at hon leggur seg eftir at síggja, ikki at hugsa.

- Eg hugsi best, tá myndevnið rørir seg. Sum teknari royni eg at binda okkum saman og geva tí, sum eygað sær, eina striku og eitt skap, sum sameinir okkum, eftir at tónleikurin er tagnaður, sigur listakvinnan.

Framsýningin "Tónleikatekningar úr Føroyum" verður at síggja fram til 24. mai