Mikukvøldið verða forkunnugir føroyskir tónar at hoyra í sonevnda Kjøtbýnum á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Har fara Fróði og Knút at spæla, umframt at B.A.B.Y verður dj.
Teir báðir fyrstnevndu góvu hvør sína fløgu út í fjør, og hóast Fróði og Knút ikki ljóða av so nógvum, so telur Fróði ? tí tað er navnið á bólkinum hjá Fróða Hansen ?heili fimm mans. Hesir eru frontfigururin sjálvur, sum spælir gittara og munnharmoniku, Sveinur Dam elektriskum gittara, Jan Jensen bass, Johannes Buhl Andresen tangentar og Rúni Mouritsen trummur.
Knút ? sum so er navnið á bólkinum hjá Knút Háberg Eysturstein ? telur fýra mans. Sjálvur Knút spælir gittar og syngur, Bogi á Lakjuni gittara, Jens L. Thomsen bass og Høgni Lisberg trummur.
Aftrat teimum spælir B.A.B.Y, sum Brynjolvur á Heygum rópar seg, tá hann er dj.
Tiltakið á Jolene mikukvøldið er ókeypis. Dyrnar lata upp longu klokkan sjey, meðan tónleikurin byrjar um níggjutíðina.