Føroyskir sjómenn fingið tilsamans 1174 jólapakkar

Aftur í ár hevur Føroyska Sjómansmissiónin latið jólapakkar umborð á føroysku skipini.

Nú vit skrivað 19. desember, upplýsir Torleif Johannesen, sjómannatrúboðari, at tilsamans eru 1174 pakkar latnir umborð á 101 skip.

Talan er um 69 fiskiskip, 20 skip í frálandavinnu, 10 farmaskip og 2 vaktarskip.

Harafturat hevur manningin á einum útlendskum skipi eisini fingið jólapakkar.

Hóast tað eru 64 ár síðani Føroyska Sjómansmissiónin fyrstu ferð lat jólapakkar umborð á skipini, eru sjómennirnir enn fegnir og takksamir fyri teir, sigur Torleif Johannesen, og vegna Føroysku Sjómansmissiónina ynskir hann øllum sjófólki, og øllum Føroya fólki, eini gleðilig jól og eitt av Harranum signa nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.

Myndin er tikin umborð á Stapanum 13. desember, beint sum teir hava pakkað upp.