Kendir føroyskir X-Factor sangarar eru við í Aftenshowet á DR1 í kvøld.
Fleiri ferðir hava føroyskir sangarar gjørt vart við seg uttanlands. Millum annað í donsku X-Factor kappingini. Linda Andrews vann kappingina fyri nøkrum árum síðani, Anna Faroe var profilur fyri tveimum árum síðani, og í ársins kapping eru aftur føroyskir sangarar við og standa seg væl.
Aftenshowet á DR1 fær í kvøld vitjan av nøkrum av teimum kendu føroysku sangarunum. Anna Faroe, Linda Andrews og Sveinur Gaard Olsen skulu práta um føroyska luttøku í sangkappingum í Danmark.
Aftenshowet sæst á DR1 frá klokkan 18.05.