Føroyskir sálarfrøðingar bjóða til fakfestival

Festivalurin, sum verður 22. og 23. mars á Hotel Føroyum, er serliga ætlaður trimum bólkum. Privatpersónum, ið ynskja persónliga menning, fakbólkum, ið hava gagn av sálarfrøði, t.d. pedagogum, lærarum, sjúkrarøktafrøðingum, læknum, løgreglufólki og øðrum, umframt leiðarum og fólki við starvsfólkaábyrgd, bæði alment og privat.

Festivalurin er skipaður í 28 ymiskar verkstovur, har nærum allir føroyskir sálarfrøðingar fara at greiða frá sínum serkunnleika. Í hvørji verkstovu verður greitt frá einum sálarfrøðiligum evni, einum viðgerðarhátti ella eini tilgongd. Millum evnini eru strongd á arbeiðsplássinum, mindfulness, børn við avbjóðandi atferð, kreppuviðgerð, supervisión og mong onnur evni. Umframt sálarfrøðingarnar fara Karin Kjølbro og Heini í Skorini at hava hvør sína gestarøðu.

Festivalurin er samskipaður og hildin av sálarfrøðingum, sum hava tilknýti til Føroyar - herundir føroyingar, sum virka uttanlands, og útlendingar, sum virka í Føroyum.

Hetta er annað árið á rað, at slíkur fakfestivalur verður hildin, og í fjør eydnaðist tiltakið sera væl, tí yvir 200 fólk frá ymiskum fakøkjum tóku lut. Høvuðsendamálið er at menna sálarfrøðiliga vitan, innlit og førleika í Føroyum, og ætlanin er, at festivalurin skal kunna hvíla í sær sjálvum fíggjarliga.

Meiri fæst at vita á www.psykolog.fo, og har er eisini gjørligt at melda seg til.