Føroyskir súkklarar stóðu seg væl í Íslandi

Væl gekk hjá føroysku súkklarunum, ið luttóku í fýra kappingum í Íslandi um vikuskiftið. Kappast bleiv í greinunum einkultstartur og landavegskoyring

Súkkling:

Í føroyska ferðalagnum vóru tríggir unglingar og tríggir vaksnir. Hetta er triðja árið at føroyskir súkklarar luttaka í kappingini Tour de Iceland.
Kappingin Hesa ferð byrjaði við einum stuttum einkultstarti inni í Reykjavík. Koyrt bleiv bert 1 km, og hóast stutta teinin føldist tað sera hart, eftirsum ferðin var nógv hægri enn vanligt.
Fyrstu kappingina vann vinnarin av Statoil Kring Føroyar 2005 Haffsteinn Ægir Geirsson.
Leydagin bleiv kappast í landavegkoyring, og koyrast skuldi 70 km við Tingvøll. Føroyingar stóðu seg væl í hesari kappingini, og tað eydnaðist bæði Torkil Veyhe og Gunnar Dahl-Olsen at koma fyrstir á mál. Unglingarnir koyrdu sama tein sum teir vaksnu allar dagarnar.

Tvær kappingar sunnudagin
Sunnudagin stóðu tvær kappingar á skránni, ein landavegkoyring um morgunin og síðan ein einkultstartur seinnapartin.
Koyrt bleiv nakað norðanfyri Reykjavík, við Hvalfjørð. Kappingin var jøvn, og tí eydnaðist tað hvørki Eli Christiansen ella Gunnar at sleppa frá feltinum og avgera kappingina. Avgerðin fall tí ikki fyrr enn í síðsta sekundi tá Eli, Gunnar og íslendingurin Gunnlaugur Jónasson sprintaðu um sigurin. Gunnar gjørdist fyrstur, og vann sostatt sín annan sigur. Eli kom beint í hølinum á Gunnari.

So var bert ein kapping eftir - ein spennandi einkultstartur við Bláalón. Nú skuldi avgerðast hvør gjørdist samlaður vinnari.
Undan einkultstartinum koyrdu bæði Torkil og Gunnar í gulu føraratroyggjuni. Meðan Torkil førdi trygt, so var munurin millum Gunnar og nummar tvey hjá teimum vaksnu, Gunnlaugur. Gunnlagurur lá samanlagt á øðrum plássi samanlagt, bert fimm sekundir eftir Gunnar.
Torkil gjørdist nummar trý, men vann kortini samanlagt, eftirsum hann hevði koyrt so mikið væl í hinum kappingunum.
Sigmund Olsson og Bergur I. Johansen stóðu seg eisini væl í kappingini, og gjørdu teir ávikavist tvey og trý samanlagt.
Gunnar gjørdist somuleiðis nummar trý í einkultstartinum, men munurin fram til Gunnlaugur gjørdist so mikið stórur, at tað bleiv Gunnlaugur Jónasson, ið gjørdist samlaður vinnari av Tour de Iceland 2005.