Føroyskir ríkmenn í Danmark

Áhugi er fyri virkjum og skipum hjá Faroe Seafood í Føroyum og uttanlands. Alt bendir á, at ein áhugaður bólkur uttanlands er føroyingar, sum eru vorðnir múgvandi í Danmark. Tað eru slett ikki so fáir føroyingar, sum seinastu árini eru komnir til nógvan pening í Danmark.

Eitt er, at nógvir hava tjent væl við eitt nú donskum nótabátum. Annað er, at ikki so fáar skipasølur hava verið í Danmark, har tað vóru føroyingar, sum sótu eftir við nógvum miljónum.

Fleiri dømir eru um slíkar menn, sum komnir nakað upp í árini hava valt at selja sítt skipavirksemi og sum eru vorðnir rættiliga múgvandi.

Eingin verður nevndur í hesum greinastubba, men tann, sum skrivar hesar reglur, veit um fleiri, sum tíbetur eru slopnir væl burtur úr teirri íløgu, teir í sínari tíð gjørdu - ikki neyðturviliga, tí stálið var so ógvuliga nógv vert, men tí, at loyvini - ella kvoturnar - vóru verdar nógvar miljónir krónur.

Portalurin hevur skilt, at tað eitt nú eru slíkir menn - altso múgvandi føroyingar í Danmark - sum teljast millum áhugaðu keypararnar av ognum hjá Faroe Seafood.

Og so kunnu vit spyrja, um tað ikki bara er gott, at nakrar av hesum miljónum, sum hesir menn hava vunnið sær í útlandinum, kanska verða við til at reisa føroyskt vinnulív aftur á føtur.