Í útgávu 6. mai kastaði Sosialurin ljós á vantandi trúvirðið kring føroysku fjølmiðlarnar við støði í partapolitiskum og vinnuligum áhugamálum millum leiðslur og eigarar. Eftir eini rundferð varð niðurstøðan, at trúvirðið ikki er nøktandi, tí føroyski tíðindamóttakarin hevur orsøk at seta spurnartekin við tíðindaflutningin, t.d. tá miðil viðgerð egnan arbeiðsgevara ella annað bakland. M.a. var Útvarp Føroya sum partvís almennur loftmiðil umtalaður, og víst var á, at leiðslan í ÚF ikki setti trúvirðið í hásætið orsakað av luttøku í bæði vinnuligum og politiskum virksemi.
Framleiðslan skapar trúvirðið
Jóhann Mortensen, tíðindaleiðari í Útvarpi Føroya, heldur, at spurningurin um trúvirði í føroyska fjølmiðlaheiminum kann finnast aðrastaðni enn bert í leiðslu- og ognarviðurskiftum, hóast hetta sambært honum eisini kann vera ein trupulleiki.
Fyrst og fremst vísir Jóhann Mortensen á, at fyribrigdið trúvirði eigur eisini at vera tengt at og mált út frá sjálvari framleiðsluni og ikki vigað við støði í uttanfyristandandi viðurskiftum kring fjølmiðlarnar.
- Tað er produktið sjálvt, sum skapar trúvirðið, og um produktið vísir seg at standa sína roynd, er undirornað, hvør er eigari og hvat annars hendir kring ein miðil, sigur Jóhann Mortensen avgjørdur. Hann heldur tað ikki vera rætt bara at fokusera á annað enn sjálva framleiðsluna, og um journalistiskur integritetur vísir seg at vera í hásæti, eigur ein miðil sambært honum ikki at vera dømdur orsakað av øðrum viðurskiftum.
- Tað er sjálvsagt rætt, at tá leiðslur hava tilknýti til onnur áhugamál, kann tað elva til, at onkur setur spurnartekin við trúvirðið, men uppá longri sikt skal trúvirðið verða grundað á sjálvt úrslitið, miðlarnir borðreiða við, sigur Jóhann Mortensen.
Tíðindaleiðarin í Útvarpi Føroya heldur eisini, at politisk og vinnulig áhugamál bert er ein partur av teimum viðurskiftum, sum kunnu seta trúvirðið í vanda, fyrst og fremst tí vit liva í so lítlum samfelagi, har persónligt tilknýti eisini ger seg galdandi.
- Vit liva í einum, sum danir nevna tað, "fætter- og kusinesamfelagi", har journalistar javnan viðgera mál, sum teir á ein ella annan hátt hava tilknýti til, t.d. sosialt, átrúnaðarliga, arbeiðsliga, familjuliga o.s.fr., og við hesum í huga er tað ov avmarkað bert at fokusera á politikk og vinnulív, heldur tíðindaleiðarin. Hann leggur afturat, at júst á hesum øki kemur integriteturin inn í myndina, har journalisturin skal vera førur fyri ikki at blanda viðurskiftini saman, og skal sjálvt úrslitið síðani vigast uttan mun til, hvør hevur framleitt.
Journalistar eru eisini borgarar
Spurdur, um hetta ikki bert eru undanførslur, og um tað yvirhøvur er nøktandi og kann góðtakast, at fjølmiðlaleiðslur og fjølmiðlafólk alment arbeiða við øðrum áhugamálum, sum kunnu skaða trúvirðið og ávirka tíðindaflutningin, er grundleggjandi sjónarmiðið hjá tíðindaleiðaranum í ÚF, at demokratiski rætturin at luttaka í samfelagsgongdini ikki kann takast frá einum persóni, bert tí hann er journalistur. Hetta heldur Jóhann, hóast hann ásannar, at avleiðingin kann vera skert trúvirði.
- Eg haldi ikki, at grundleggjandi borgararættindini kunnu verða tikin frá einum tíðindamanni, so hann ikki hevur loyvi at luttaka í politiskum, átrúnaðarligum, vinnuligum ella øðrum virksemi, so leingi hetta ikki sæst aftur í tíðindaflutningi hansara, sigur Jóhann Mortensen. Hann vísir enn einaferð á týdningin av at hyggja at sjálvum úrslitinum í staðin fyri uttaru umstøðum.
Talan er í veruleikanum um eitt klassiskt og afturvendandi kjak, og í Danmark eru leiðarar í fjølmiðlaheiminum ymiskir á máli um, í hvønn mun journalistar kunnu luttaka í samfelagsgongdini uttan fyri yrkið teirra. Chefredaktørurin á virda tíðindablaðnum Information, David Trads, er sera víðgongdur í síni áskoðan um, at ein journalistur við virðing fyri síni uppgávu ikki eigur at luttaka í nøkrum samfelagsligum áhugamálum, líkamikið um talan er um politikk, átrúnað, umhvørvi o.s.fr. David Trads hevur m.a. sagt, at ein journalistur við virðing fyri sínum arbeiði sum óhefti og kritiski samfelagsins varðhundur enntá ikki eigur at vera limur í t.d. Amnesty International, tí hann veit jú ongantíð, um hann knappliga skal viðgera sín egna felagsskap, ella um hansara áhugamál kunnu ávirka journalistiska arbeiða hansara.
Hinvegin heldur t.d. Lisbeth Knudsen, tíðindaleiðari á Danmark Radio, at tíðindafólk saktans kunnu luttaka í øðrum áhugamálum, sum ikki eru tengd at journalistiska yrkinum, so leingi hetta ikki sæst aftur í tíðindaframleiðsluni, og tað er hetta sjónarmið, Jóhann Mortensen í ÚF umboðar.
Stóri spurningurin er, hvussu ein journalistur, sum er virkin í áhugabólki, felagsskapi ella fyritøku, yvirhøvur kann verða óheftur, vísa journalistiskan integritet og ikki lata seg ávirka, um hann knappliga skal arbeiða við máli, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hevur tilknýti til tað, hann er partur av.
- Um viðkomandi journalistur er nóg seriøsur og professionellur, megnar hann at vera óheftur, og um hann ikki megnar hetta, hevur hann einki at gera á eini redaktión, slær tíðindaleiðarin í ÚF fast.
Í áðurnevndu grein í Sosialinum varð útvarpsleiðslan nevnd sum dømi um leiðslu, sum er virkin í bæði politikki og vinnu. Jóhann Mortensen hevur onga viðmerking til henda spurning, men sjálvur valdi hann at taka seg úr Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, siga seg frá sum blaðstjóra á Ábyrgdaranum hjá Føroya Sparikassa, umframt at hann er farin úr nevndini fyri Húsalánsgrunnin.
- Hetta var so mín avgerð sum tíðindaleiðari í ÚF, men eg meti sum sagt ikki, at tað er skeivt at luttaka í samfelagsgongdini, so leingi tú ert óheftur í tínum arbeiði, slær Jóhann Mortensen fast. Tíðindaleiðarin leggur tó dent á, at hann ikki metir tað vera hóskandi, at ein landspolitikari ger tíðindi.
Politikarar kúga fjølmiðlarnar
Jóhann Mortensen vísir á, at tað er rætt, at føroysku fjølmiðlarnir eru bæði ov ókritiskir og ikki nóg óheftir, hóast tað fyri hansara viðkomandi støðugt verður strembað fram ímóti hesum.
- Vit síggja alt ov ofta, at føroysk tíðindafólk lata seg ávirka og enntá misnýta, har sjónarmið hjá politikarum, fyritøkum o.s.fr. verða førd fram uttan ein atfinnandi spurning, og portiónin av kritiskari hugsan er avgjørt ov lítil í fjølmiðlunum, sigur Jóhann Mortensen.
Men júst her kemur áskoðanin til sjóndar hjá tíðindaleiðaranum í ÚF. Hann heldur, at hóast redaktiónirnar ynskja kritiskan tíðindaflutning, hava tær í seinasta enda ikki umstøður og fíggjarligu orkuna, og tað er í hesum høpi, at vantandi politiski viljin kemur inn í myndina.
- Á ársins fíggjarlógaruppskotið er eingin peningur játtaður til rakstur til føroysku loftmiðlarnar, vísir Jóhann á. Hann undirstrikar, at uttan nakað fíggjarligt grundarlag hevur hvørki útvarpið ella nakar annar miðil møguleika at framleiða kritiskan journalistikk, tí hetta krevur tíð og harvið pengar, sum ikki eru tøkir. Jóhann Mortensen nevnir, at útvarpið vegna vantandi pening ikki hevur ráð at seta fólk av til veruligt research, og hann ivast ikki í, at nógvar avdúkingar um óreglusemi høvdu og skuldu komið fram í ljósmála, um miðlarnir høvdu fingið nøktandi karmar at arbeiða undir frá politikarunum.
Trýst frá sponsorum
Men vantandi almenni peningurin elvir sambært Jóhann ikki bert til tíðindaflutning uttan neyðugu góðskuna, men eisini til eitt vandamikið trýst á miðlarnar frá vinnuligum virksemi, sum kann seta habilitetin í vanda.
- Umframt útvarpsgjaldið royna vit at fáa pening gjøgnum lýsingar og eydnuspøl, og í onkrum føri frá sponsorum, og hetta kann verða meiri enn nakað annað vandamikið fyri trúvirðið, sigur tíðindaleiðarin í ÚF. Hann spyr, hvussu útvarpið ella sjónvarpið kann vera avdúkandi og atfinnandi mótvegis eini fyritøku, sum júst hevur valt at lata sponsorpening til onkra útvarps- ella sjónvarpssending.
- Um ein miðil hevur eina góða sponsoravtalu við Føroya Tele, SMS, Atlantic ella FK, er spurningurin, hvussu miðilin kann hava ein kritiskan tíðindaflutning móti somu fyritøku, um tað gerst neyðugt, sigur Jóhann Mortensen. Hann heldur, at tað kann vera ein orsøk at seta spurnartekin við trúvirðið, um tað liggur í bakhøvdinum hjá tíðindamaðanni, at hann ikki má fornerma spornsorfyritøku, hóast redaktiónin altíð roynir at stremba móti óheftni.
- Alt hetta botnar í sama trupulleika. Høvdu vit fingið neyðuga peningin játtaðan frá politiska myndugleikanum, høvdu vit ikki havt fyri neyðini at vinna pening gjøgnum sponsorar og lýsingar, og so høvdu vit heldur ikki havt henda trupulleikan, vísir Jóhann á. Tíðindaleiðarin vísir víðari á ítøkiliga málið um almennan stuðul til blaðútbering, sum verður veittur alla aðrastaðni kring okkum, men sum føroyskir politikarar ikki enn hava verið villigir til.
- Hetta er enn eitt dømi um, at føroyskir politikarar ikki vilja fremja neyðugu tiltøkini til tess at menna fjølmiðlarnar, slær Jóhan fast.
Ein annar líknandi trupulleiki er lønarlagið til tíðindafólk, sum ikki er serliga høgt. Tá so journalistar fáa tilboð at skriva fyri ymiskar fyritøkur og gera lønt PR-arbeiði, er freistandi hjá journalistum at taka ímóti hesum tilboðum, og so ger sami trupulleikin aftur um seg við samarbeiði millum journalistar og fyritøkur.
- Í Danmark verður syrgt fyri, at tíðindafólk fáa nóg høga løn til, at slík tilboð frá vinnulívi ikki gerast freistandi, men í Føroyum taka journalistar ímóti hesum tilboðum við fíggjarligum vinningi fyri eyga, og hetta er aftur ein meinbogi fyri trúvirðið, vísir Jóhann Mortensen á.
Samanumtikið heldur hann, at øll hesi viðurskifti botna í sama trupulleika, sum er vantandi peningur frá politiska myndugleikanum.
- Politiski myndugleikin torir ikki at skapa umstøður fyri eini gravandi, avdúkandi og kritiskari pressu í Føroyum, og tigandi og tilvitað er hetta politiska semja teirra, sigur Jóhann Mortensen. Hann metir tað passa politikarunum fínt, at vit hava eina minni sterka pressu uttan neyðugu umstøðurnar at liva upp til ein veruligan fjølmiðil við eftirliti, og á henda hátt er talan sambært Jóhann Mortensen um reina vanvirðing frá politikarum móti fjølmiðlunum.
- Nú fíggjarlógin varð samtykt, skar meirilutin játtanina til digitalisering hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum. Hetta ger tað upp aftur trengri. Er hetta tilvitað frá politiskari síðu eftir at avdúkandi journalistikkur fekk politiskar avleiðingar í vetur, spyr Jóhann Mortensen.
Fjølmiðlarnir hava gjørt sítt
Spurdur, um tað ikki fyrst eru fjølmiðlarnir, sum skulu prógva sítt virði og vísa, at teir hava flutt seg og skulu takast í álvara, er Jóhann Mortensen greiður.
- Eg havi verið virkin í fjølmiðlaheiminum í 25 ár, og føroysku fjølmiðlarnir hava í hesum tíðarskeiði tikið seg fantastiska nógv fram og flutt mørk, slær tíðindaleiðarin fast. Hann heldur, at føroyska pressan á henda hátt langt síðani hevur prógvað sítt virði og sín vilja, og tí er tað nú upp til politikararnar at vísa, at teir eisini vilja menna fjølmiðlarnar og rætta teir skeivleikar, sum enn eru.
- Øll eru samd um, at ein vælvirkandi fjølmiðlaheimur er ein fortreyt fyri sonnum fólkaræði, og føroysku politikararnir taka als ikki fólkaræði í álvara við vantandi virðingini fyri fjølmiðlunum, endar tíðindaleiðarin í Útvarpi Føroya.
Útvald sitat:
- Tað er produktið sjálvt, sum skapar trúvirðið, og um produktið vísir seg at standa sína roynd, er undirornað, hvør er eigari og hvat annars hendir kring ein miðil
- Eg haldi ikki, at grundleggjandi borgararættindini kunnu verða tikin frá einum tíðindamanni, so hann ikki hevur loyvi at luttaka í politiskum, átrúnaðarligum, vinnuligum ella øðrum virksemi, so leingi hetta ikki sæst aftur í tíðindaflutningi hansara
- Vit síggja alt ov ofta, at føroysk tíðindafólk lata seg ávirka og enntá misnýta, har sjónarmið hjá politikarum, fyritøkum o.s.fr. verða førd fram uttan ein atfinnandi spurning, og portiónin av kritiskari hugsan er avgjørt ov lítil í fjølmiðlunum
- Uttan nakað fíggjarligt grundarlag hevur hvørki útvarpið ella nakar annar miðil møguleika at framleiða kritiskan journalistikk, tí hetta krevur tíð og harvið pengar, sum ikki eru tøkir
- Um ein miðil hevur eina góða sponsoravtalu við Føroya Tele, SMS, Atlantic ella FK, er spurningurin, hvussu miðilin kann framleiða kritiskan tíðindaflutning móti somu fyritøkum
- Øll eru samd um, at ein vælvirkandi fjølmiðlaheimur er ein fortreyt fyri sonnum fólkaræði, og føroysku politikararnir taka als ikki fólkaræði í álvara við vantandi virðingini fyri fjølmiðlunum