Um vikuskiftið spælir danski singer/songwritarin David Skydsgaard í Café Natúr. Í Manhattan spæla ávikavíst Eyðun & Neil og Jens Marni
Tíðindaskriv:
Um vikuskiftið verður nógvur livandi tónleikur í vertshúsunum í Havnini. Fríggjakvøldið spæla teir báðir suðuroyingarnir Eyðun og Neil í Manhattan. Hesir báðir garparnir hava spælt so at siga hvørt vikuskifti ymstaðni í Føroyum seinastu mánaðirnar, og teir eru í toppformi. Til dømis mundi tað enda heilt galið herfyri í Manhattan, tá fólk fóru upp á borðið at syngja við, meðan suðuroyingarnir undirhildu. Eingin bleiv kortini blakaður út, tí hýrurin var sera góður, og tað er júst hetta, ið eyðkennir Eyðun og Neil. Teir duga fáa fólk í gott lag.
Leygarkvøldið verður tað so Jens Marni Hansen, sum fer at spæla í Manhattan. Hann spælir vanliga við Showmonnum, men tað kemur fyri, at hann syngur og spælir einsamallur.
Í Café Natúr verður eisini livandi tónleikur við David Skydsgaard. Danski sing- & songwritarin hevur verið virkin trubadurur í meir enn 15 ár, og hann er eisini virkin á Føroyavitjanini. Hann byrjaði nevniliga at spæla longu hóskvøldið og steðgar ikki aftur fyrr enn sunnukvøldið.