Føroyskir næmingar í danskari kapping

Leygardagin fara 17 eldhugaðir akkordnæmingar at gera sítt besta í kappingini hjá Dansk Harmonikaspillernes Landsforbund. Hendan kappingin hevur í nógv ár verið hildið í Danmark.

 

Í ár er fyri fyrstu ferð eydnast at flyta føroyska partin av kappingini hendavegin.

 

Tað er Anna Hüdepohl, akkordeonlærari, ið skipar fyri kappingini, sum verður í

sangstovuni í Tórshavnar kommunuskúla.

 

Næmingarnir, ið eru millum 8 og 12 ár, eru næmingar í Tórshavnar musikkskúla og í

?Litir í leiki? í Tórshavnar kommunuskúla.

 

Tiltakið byrjar kl. 10.00 leygarmorgun