Dukka framleidd er úr sóttreinsaðum endurnýtslutilfari frá vaskarínum á Landssjúkrahúsinum, og seymað á endurútbúgvingarstovninum Dugna verður nú latin øllum nýføðingum á Landssjúkrahúsinum.
Dukkurnar eru fíggjaðar av Kiwanis Eysturoy, sum í fjør heyst eisini læt barnadeildini á Landssjúkrahúsunum somu dukkur. Kiwanis dukkurnar eru upprunaliga ætlaðar innløgdum børnum, sum kunnu finna ugga og troyst undir sjúkraleguni við kroysta og klemma tær.
Børnini sleppa at eiga dukkurnar og fáa tær við sær heim. Í plastposunum við sóttreinsaðu dukkunum liggur eisini ein umhvørvisvinarligur litblýantur, so børnini sjálvi kunnu tekna andlit og klæðir á dukkurnar.
Nú er Kiwanis Eysturoy farið eitt stig víðari við at lata øllum nýføðingum á Føðideildini frá nú av eina Kiwanis dukku til ognar.
Fyrsti nýføðingurin, sum fekk eina Kiwanis klútadukku var sonur Arnleyg Haraldsen úr Sandavági, sum føddur varð 11. Februar 2017. Tað var Sámal Bláhamar, økisstjórin hjá Kiwanis Klubbunum í Føroyum, sum handaði Kiwanis dukkuna.
Kiwanis Føroyar var umboðaður av Sámali Bláhamar, og Kiwanis Eysturoy var umboðaður av Eiriki Ingvardsson, sum á sinni stovnaði Kiwanis í Føroyum.