HEILSA
Orð og myndir: Dorit Hansen
Alt ov nógvir føroyskir menn ganga við prostata krabbameini uttan at fáa tað staðfest, fyrr enn krabbameinið hevur breitt seg til beinagrindina. Og tá er mangan ov seint at fáa lekjandi viðgerð.
Hetta er niðurstøðan hjá Jóhan Poulsen, yvirlækna við kirurgiskari prostataviðgerð sum undirserøki. Tey seinastu fimtan árini hevur hann regluliga verið í Føroyum og kanna og viðgjørt menn við prostata krabba, og nógvir føroyskir menn hava verið til viðgerð hjá honum á Aalborg Sjúkrahúsi.
- Prostatakrabbamein hevur verið eitt forsømt øki í Føroyum. Eg vil næstan siga, at man hevur havt ein nihilistiska støðu til sjúkuna. Lítið hevur verið gjørt fyri at staðfesta hana, og meðan onnur lond hava sett í verk skjótar og virknar viðgerðir, so hevur føroyska skipanin ikki fylt við, sigur føroyski yvirlæknin.
Í Svøríki byrjaði man fyri langari tíð síðan at seta inn móti prostatakrabbameini við fleiri blóðroyndum og skjótari viðgerð, og kanningar hava staðfest at hetta gjørdi stóran mun. Danmark fylgdi eftir fyri nøkrum árum síðani, men sambært Jóhan Poulsen, er føroyski hugburðurin til sjúkuna framvegis ov konservativur og passivur.
- Gamli hugburðurin var, at man mátti liva við prostatakrabba – og tí eisini doyggja við sjúkuni. Men tað er ein pínufullur deyði, tí sjúkan fer í beinagrindina, og sjúklingurin fær eina ringa sjúkralegu, greiðir Jóhan Poulsen frá.
Politikkurin aðrastaðni er nú at staðfesta sjúkuna so skjótt sum møguligt og bjóða best egnaðu viðgerð. Úrslitið er, at fleiri menn verða frískir og fleiri fáa eina betri sjúkratíð. Men Føroyar hava ikki heilt fylgt við á hesum økinum, staðfestir yvirlæknin.
Prostata Awareness
Jóhan Poulsen arbeiðir sum yvirlækni á Aalborg Sjúkrahúsi við sergrein í urologi og undirsergrein í kirurkiskum kikaraskurðviðgerðum.
- Alt verður meira og meira spesialiserað, eg arbeiði mest við kirurgiskari viðgerð av prostatakrabba, meðan aðrir urologar á staðnum taka sær av øðrum uppgávum.
Men samstundis sum læknavísindin verður meira og meira sundurbýtt í serøki, so økist tørvurin fyri kunning um menningina innan staðfesting, viðgerð og leking.
- Tað hevur alstóran týdning, at fólk verða kunnaði um prostata, soleiðis at menn eru varnir við sjúkueyðkenni, sigur Jóhan Poulsen.
Aðrastaðni hava tey Prostata Awareness dagar og tiltøk á sama hátt sum man hevur aids, krabbamein og roykiátøk, har fjølmiðlar eru við til at upplýsa fólk um sjúkuna, sjúkueyðkennini og viðgerðarmøguleikar. Men hetta er ikki komið til Føroya enn.
Jóhan Poulsen vísir eisini á leiklutin hjá kommunulæknum. Menningin innan urologi - og ikki minst krabbameinsviðgerðir innan urologiska øki - hevur gingið við rúkandi ferð seinastu árini, og um kommunulæknar ikki fylgja við, so eru teir ikki førir fyri at geva sjúklingum neyðuga kunning og kanning.
Robot í undirlívi
Urologi er í dag eitt sera tøknitungt øki, og viðgerðir eru nú so skånsom, at sjúklingurin í nógv størri mun varðveitir nervaløg, potens og lukkivøddar.
Tað nýggjasta innan prostataviðgerð eru robotstýrdar kikaraskurðviðgerðir. Ella -læknin stýrir tólunum inni í kroppinum á sjúklinginum, men hann ger tað við fjarstýristavum.
- Hetta er spildurnýtt, og vit hava higartil gjørt 100 skurðviðgerðir við hesum nýggja tólinum, greiðir Jóhan Poulsen frá. Robotturin kostaði 12 milliónir, og vanligt viðlíkahald kostar 1,2 milliónir um árið, umframt at instrumentini til hvørja skurðviðgerð kosta á leið 10.000 krónur.
- Tað vil siga, at um ein sjúklingur verður skurðviðgjørdur hvønn einasta dag tey næstu tíggju árini, so kostar hvør skurðviðgerð 40.000 krónur, sigur føroyski yvirlæknin og staðfestir, at Føroyar ikki hava sjúklingar nokk til ein slíka íløgu.
Tørv á fleiri tólum
Jóhan Poulsen arbeiðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tá ið hann er í Føroyum. Og meginparturin av monnunum, sum hann kannar, fáa eisini viðgerð har. Tað eru einans eini fimm prosent av sjúklingunum, sum hava tørv á skurðviðgerðum, sum ikki kunnu gerast í Føroyum.
- Tað er ein stórur fyrimunur og sparing, at menn kunnu fáa forkanning, eftirkanning og vanliga viðgerð her. Og at teir so kunnu koma til mína deild í Danmark gevur ein eyka kontinuitet í viðgerðini, sigur Jóhan Poulsen.
Hóast tað ikki er skilagott ella ynskiligt, at Føroyar gera risaíløgur í stórar robottar, so staðfestir Jóhan Poulsen at tað hevur gingið ov trekt at fáa tól, sum tildømis kunnu staðfesta sjúkuna.
- Ikki fyrr enn í fjør fekk Landssjúkrahúsið tól at kanna um menn hava prostata, og skannarin í Klaksvík, sum er eitt sindur eldri, var ein gáva frá pengastovni, greiðir hann frá og vísir á, at um grundleggjandiviðgerð skal fara fram í Føroyum, skulu íløgur gerast í nøkur tól, sum tó ikki eru so ræðuliga dýr.
STUBBAR:
Kinesisk matmentan verjir
Jóhan Poulsen er knýttur at universitetssjúkrahúsinum, Kings College í London, og í løtuni er hann saman við øðrum í holt við eina spennandi altjóða verkætlan, har sambandið millum mat og prostatakrabba verður kannað.
- Vit kanna millum annað prostata hjá kinesarum í Bejing og inuittum í Grønlandi og samanbera tað við tølini hjá donskum monnum. Ein pilotkanningin, sum vit hava gjørt, vísir, at samband er millum ósunnar feittsýrur og prostatakrabba.
Altjóða hagtølini fyri prostatakrabbamein staðfesta, at menn í Asia og rundan um Miðalhavið ikki fáa so ofta prostatakrabbamein, sum menn í Norðureuropa og USA, og hildið verður at hetta hevur samband við kostin.
- Aðrar kanningar stuðla hesum. Millum annað vísir tað seg, at tá kinesarar flyta til USA, so ganga bara tvey ættarlið, so hava teir somu prostatatøl sum aðrir amerikanarar. Tað er altso ikki biologiski arvurin, men sosiali lívstílurin sum er avgerðandi.
Líka spyrjandi sum danir
Føroyskir menn lata sær ikki meira lynda enn danir. Hetta heldur í øllum førum yvirlæknin, Jóhan Poulsen, sum vanliga kannar og viðger danskar menn í norður Jyllandi, men sum eisini arbeiðir í Føroyum nakrar ferðir um árið.
- Tað er yvirraskandi, at føroysku menninir eru akkurát líka obs og emsigir sum danskir menn. Teir vilja hava skjóta og málsøkna viðgerð og finna seg ikki bara í støðuni, sigur Jóhan Poulsen.
Og føroysku menninir spyrja heldur ikki minni enn danir. Teir vilja vita, hvat teimum feilar, hvat kann gerast fyri at fáa leking, og hvørja ávirkan viðgerðin hevur.
- Eg ynski altíð, at konan er við til fyrstu samrøðuna, tí tá ið ein sjúklingur fær at vita, at hann hevur krabbamein, hoyrir hann ikki meira enn tey fyrstu 10 sekundini. Tí er tað týdningarmikið, at ein avvarandi er við. Men føroysk pør eru líka opin sum donsk, og sjálvandi ynskja tey ta best møguligu og skånsomu viðgerðina.
FAKTABOKS:
Prostata – ella á føroyskum bløruhálskertilin – hevur form og stødd sum ein kastanjunøt, tað vil siga at hann er á leið tveir sentimetrar í diametri. Bløruhálskertilin situr beintu undir urinbløruni, og urinrørið fer í gjøgnum kertilin. Vanligur prostata vigar 25 gram og eru settur saman av smáum kertlum, sum framleiða meginpartin av sáðveskuni, sum verða lágraðar í sáðblørunum.
Flestu gøgn eru soleiðis innrættað, at tey minka við aldrinum, men prostata hevur lindið til at vaksa. Góðkynjaður vøkstur av prostata er ikki krabbamein, men kan geva trupulleikar við vatninum. Vøksturin byrjar ofta um 50 ára aldur og kann viðgerast við medisin ella skurðviðgerð.
Krabbameinslíknandi kyknubroytingar kunnu síggjast hjá meira enn 30 prosent av øllum monnum yvir 50 og hjá heili 80 prosent av monnum yvir 80 ár. Um talan er um krabbamein, verða ymiskar viðgerðir bjóðaðar alt eftir um krabbameinið hevur spjatt seg ella ikki og hvussu gamal sjúklingurin er.
Meira kunning um prostata krabbameini er at finna á heimasíðunum hjá Føroya Felag Móti Krabbameini (www.krabbamein.fo), danska felagnum Kræftens Bekæmpelse (www.cancer.dk). Eisini er eitt danskt felag fyri prostata sjúklingar, PROPA, sum hevur útgivið bæði bóklingar og kunnandi filmar.
Svend Auken hevur prostata krabba
Fyrrverandi leiðarin í danska javnaðarflokkinum, Svend Auken, er álvarsliga sjúkur av krabbameini í prostata. Hann hevur valt at staðið alment fram við sjúkuni, tí hann nú skal í kemoviðgerð
HEILSA
Dorit Hansen
65 ára gamli, Svend Auken, fólkatingsmaður hjá danska Javnaðarflokkinum og limur í formansskapinum í Fólkatinginum, fekk fyrstu ferð staðfest prostatakrabbamein í 2004. Hann fór í viðgerð, og alt sá út til at ganga væl. Men í 2007 kom sjúkan aftur. Og seinasta vikuskifti valdi fyrrverandi formaðurin fyri danska javnaðarflokkin, sum er tiltikin varin um privat viðurskifti, at standa alment fram um sjúkuna. Hetta tí, at hann nú skal í kemoviðgerð, sum væntandi fer at merkja útsjónd hansara.
Deyðin nærkast
- Tíbetur eru fleiri viðgerðarmøguleikar og nýggir viðgerðarhættir eru á veg. Men eg veit væl, at eg møguliga eri farin inn í seinastu tilgongdina, sum tó kann varða fleiri ár, skrivar Svend Auken í opnum brævi í danska blaðnum, Politiken.
Hann leggur dent á, at hann ynskir at halda á í arbeiðnum óbroytt.
- Um tað er møguligt, hevur tað týdning at varðveita gerandisdagin í so stóran mun sum møguligt. At passa sítt starv, um tað letur seg gera. Eg ynski at halda fram í Fólkatinginum, so leingi eg orki og so leingi norðurjysku veljarnir ynskja meg har, staðfestir danski politikarin. Hann er ikki samdur við teimum, sum halda, at hann eigur at pakka saman.
Solidaritet við hini
Svend Auken sigur, at hann hevur valt at vera opin um sjúkuna, bæði tí hann ynskir at sleppa undan spekulationum og leysasøgum og í solidariteti við hini, sum líða av somu sjúku.
- Vit eru nógv, sum hava eina álvarsliga krabbameinssjúku – og tíbetur gongur tað væl hjá mongum. Tí er ongin orsøk til at goyma seg, sigur danski fólkatingslimurin.
Svend Auken greiðir í brævinum frá, hvussu tað var, tá ið urologurin ringdi til hann á kontórinum í Christiansborg við tungu boðunum, at hann aftur hevði fingið krabbamein. Hann hugleiðir eisini um fólk, sum hann hevur mist til krabbamein. Fólk, sum hava staðið honum nær, sum vinir ella starvsfelagar. Og so tosar hann um sín nýggja fylgisvein, deyðan, og hvussu deyðin gevur lívinum eyka virði.
Vakt ans
Opnað og erliga brævið hjá Svend Auken hevur vakt ans í fjølmiðlunum og politiska umhvørvinum í Danmark. Aðrir politikarar hava róst honum fyri opinleikan og givið honum eggjan og stuðul.
Danska Ekrablaðið hevði eisini eina oddagrein, har teir rósa javnaðartingmanninum fyri at tosa opið um eina sjúku, sum ikki so nógv orka at tosa um. Serliga týdningarmikið er tað, sigur blaðið, at Svend Auken sum maður tosar erliga um krabbamein, tí menn hava ofta torført at tosa um so álvarasligar sjúkur.