Hyggja vit at nýggjastu hagtølunum fyri innflutinginum hjá føroyingum av viagra, so er hetta ikki nakað vit nýta.
Finnar liggja klárt á odda millum Norðurlondini, tí har nýta umleið 7,4 av hvørjum 1000 monnum viagra dagliga, sum er innflutt gjøgnum apoteksverkið.
Í Føroyum er talið nógv minni, tí her var talið umleið tveir út av hvørjum 1000 monnum dagliga. Hetta vil við øðrum orðum siga, at umleið 50 føroyingar nýta viagra dagliga í miðal.
Hetta er ikki heilt rætta tal av monnum, tí tað eru ikki nógvir, sum nýta viagra dagliga, og sambært Landsapotekararnum, er talan í veruleikanum um nakrar hundrað.
Tølini fyri Føroyar eru frá 2008.
Føroyar og Grønland hava minst lógligan innflutning av viagra. Finnland hevur mest og hini stóru Norðurlondini koma beint aftaná.
Vit síggja eisini, at ein lutfalsliga stórur vøkstur er í innflutninginum til Føroyar, tí talan er um eitt tíggjufald síðan 1999, hetta er tó ikki so øgiliga løgið, tá vit hugsa um, at viagra ikki kom á marknaðin fyrr enn í 1998.
Hækkandi kurvan líkist eisini sera nógv gongdini í hinum Norðurlondunum.
Tó vísir tað seg, at Svøríki er eitt undantak, tí Svøríki er einasta landið í Norðurlondum, har innflutningurin var minkandi.
Smá forhold
Tað kundi tó verið, at ein av orsøkunum til, at føroyskir menn aftra seg at nýta viagra, er, at vit eru bangnir fyri, hvat fólk halda.
- Eg rokni so ikki við, at vit eru betri fyri í so máta. Tað hevur nokk heldur okkurt at gera við, at forholdini eru so smá, og evnið er eisini meira tabu hjá okkum enn í Danmark til dømis. Hetta eru sjálvandi bara gitingar, men tað er øgiliga nærliggjandi at hugsa, at tað ikki er so stórur opinleiki um impotens í Føroyum, og tað er helst høvuðsorsøkin til, at vit nýta minni viagra enn útlendingar, sigur Magnus á Stongum, hjálparlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi og fyrrverandi kommunulækni.
Hann leggur afturat, at minni opinleikin helst er orsøkin til, at vit heldur flyta okkara potensmedisin ólógliga inn við postinum.
Bestilla av netinum
Tá ongin skal vita, so er ein útvegur at bestilla sær heilivágin til erektiónina av netinum, men hetta er sambært Landsapotekaranum ikki tað besta.
- Tá tú bestillur heilivág á internetinum, so hevur tú onga trygd fyri at vita, hvat er í pakkanum. Tað kundi tað sama verið sukur, greiðir landsapotakarin frá. Hann leggur afturat, at orsøkin til, at viagra ikki fæst í hondkeypi, er, at tað kann vera vandamikið fyri hjartað og annað.
Eisini spælir eisini inn, at føroyingar sum heild nýta minni heilivág, enn fólkini í okkara grannalondum. Tó er innflutningurin av heilivági øktur seinastu árini.
Nógv í postinum
Hóast tað er ólógligt at innflyta allan heilivág, so er tað meira enn eina ferð um vikuna, at postdeildin hjá TAKS kemur fram á heilivág, sum er ólógligur at flyta inn til landið.
- Tað er minst eina ferð um vikuna, at okkurt er. Summar vikur er heilt nógv, og aðrar vikur er ikki so nógv, sigur Annsy Høghamar, tollserfrøðingur hjá TAKS.
Viagra kemur fyri umleið eina ferð um mánaðin.
Hon leggur afturat, at ein stórur fyrimunur hjá teimum er, at nógv verður bestilt av internetinum, og har stendur vanliga navnið á heimasíðuni, har evnini koma frá.
- Tað er so snilt, at vit bara fara inn á heimasíðuna, og har síggja vit so, hvar hesi evni er ólóglig, og so framvegis, staðfestir tollserfrøðingurin. Sum somuleiðis greiðir frá, at tá okkurt er illgrunasamt er í postinum, so setir TAKS seg alt fyri eitt í samband við Landsapotekaran, sum tey siga seg hava eitt sera gott samstarv við.
Viagra
Evnið, vit vanliga kalla viagra, varð uppfunnið í Kent í Onglandi inni á heilivágsfyritøkuni, Pfizer.
Ætlanin var upprunaliga at gera eitt nýtt hjartamedisin, men tað riggaði ikki so væl. Tá restirnar av royndarheilivágnum skuldu latast innaftur, vísti tað seg, at menn vóru trekir at lata tær frá sær.
Tá fyritøkan kannaði evnið nærri, fann mann útav, at evnið hjálpti potensinum, og seinastu tíggju árini hevur Pfizer spunnið gull úr evninum, sum hjálpir manni og kvinnu at hugna sær.