Fýra føroyskir listamenn vera við á eini listastevnu, sum verður hildin í Hillerød í vikuskiftinum.
Talan er um eina stevnu, har 16 donsk gallarí sýna fram ymisk listarverk.
Øssur Mohr er millum tey, sum sýna fram á básinum hjá Kunstgalleriet í Slagelse.
Eyðun av Reyni og Amariel Norðoy luttaka hjá Galleri Kløver, og verk hjá Mykines verða eisini við á stevnuni.
Dansk Kunstemesse, sum stevnan verður kallað, er í Frederiksborghallen í Hillerød, og hon letur upp í dag kl. 17.00.
Opið er eisini leygardagin og sunnudagin.
Talan er um eina sera stóra stevnu, sum felagið hjá donskum listafólkum skipar fyri. Tað verða hildnar nakrar slíkar stevnur á hvørjum ári.