Eingin heiðursløn var givin fyri ársins íløga í ár. Orsøkin er, at dómsnevndin metti ikki, at nakar hevði víst seg heiðurin uppibornan.
- Føroyskir íleggjarar eru ov varnir at gera íløgur í føroyskar íverksetarar, sigur Regin W. Dalsgaard, formaður í nevndini fyri Vinnuframa.
Ein av føstu virðislønunum á ársins íverksetaradegi hevur verið virðislønin fyri ársins íløgu. Í ár var kortini eingin virðisløn handað fyri ársins íløgu og dómsnevndin gjørdi greitt, at orsøkin er, at tey mettu ikki, at nakar hevði hendan heiður uppibornan.
Regin W. Dalsgaard hevur fyrr, í samrøðu við Sosialin, víst á, at tað serliga er ein trupulleiki, tá íverksetarar ynskja at víðka um virksemi.
- Trupulleikin er, at íverksetarar sjáldan hava nakað, sum íleggarin kann taka trygd í. Váðin er væl størri, enn tá eitt lán verður veitt, og tað heldur tíverri nógvum íleggjarum aftur, sigur hann.
Regin W. Dalsgaard heldur, at tað er sera óheppið, at tað skal vera so torført hjá føroyskum íverksetarum at fáa hendur á kapitali, tí fleiri teirra hava góð, kappingarfør hugskot, sum væl kundu staðið seg í kappingini á marknaðinum, bæði her heima og úti í heimi.
- Føroyskir íleggjarar, serliga teir, sum í veruleikanum hava til endamáls at seta pening í slíkar vinnur, hava ikki dirvi at stuðla íverksetarum, segði Regin W. Dalsgaard við Sosialin í septembur, og viðgongur, at støðan er ikki broytt stórvegis enn.
- Tað eru tó glottar at hóma. Føroya Tele sigur seg vera fúst at gera fleiri íløgur í føroyskar íverksetarar eins og nýggja hóplánsveitingin hjá Suðuroyar Sparikassa tykist hóska sera væl til serliga íverksetarar, sigur Regin W. Dalsgaard, sum tó vónar, at størri almennu og privatu grunnarnir fara at spæla ein meiri virknan leiklut framyvir.