Føroyskir krabbafiskimenn í Grønlandi eru uppsagdir

- Í Grønlandi gongur niður á bakka við krabbafiskiskapinum, tí ov nógv skip og bátar fiska krabba har yviri, sigur fiskimaður, sum hevur verið á krabbaveiði í Grønlandi í út við trý ár

Krabbaveiða
Fleiri føroyingar, sum eru í krabbavinnu í Grønlandi, eru uppsagdir í heyst. Summir eru beinleiðis á krabbaveiði; aðrir eru við skipum, sum liggja inni á firðunum og innhandla krabba.
Teir, sum eru við móttøkuskipinum, Ikamiut, eru allir uppsagdir uttan maskinmenninir. Føroyingarnir, sum eru knýttir at skipinum, eru tó løntir allan januarmánaða. Teir, sum eru heima í løtuni, skulu tískil yviraftur til Grønlands tíðliga í januar. Tað er uppá tal, at skipið møguliga fer til Danmarkar á beding um ársskiftið. Um so verður, fer manningin niður til Danmarkar í staðin.
 Norðmaðurin, Oddvar Vea, sum nógvir føroyingar kenna, hevur eini trý skip í Grønlandi, Arctic Star, Numiuk og fyrrverandi Borðoyarnes. Sum skilst, eru allar manningarnar uppsagdar, skiparar og maskinmeistarar íroknaðir.
 - Eingin veit, hvussu verður eftir, at januar mánaði er liðugur, og eingin veit, hvør møguliga fær kjans við aftur skipunum.
Soleiðis sigur ein krabbafiskimaður, sum er heima í løtuni, við Sosialin.
Hann hevur verið á krabbaveiði í Grønlandi í út við trý ár - bæði umborð á skipi, sum hevur fiskað krabba og seinni við skipi, sum hevur ligið inni á firðunum og tikið ímóti krabba frá øðrum skipum og bátum.
- Tað hevur gingið álvarsliga niður á bakka við krabbafiskiskapinum í Grønlandi, og seinastu fýra mánaðirnar hevur tað gingið rættiliga illa, sigur hann.

Alt í óvissu
Krabbafiskimaðurin sigur, at reiðaríini, sum eiga skipini, ið taka ímóti krabba í Grønlandi, hava tosað um at lagt stilt í januar, februar og mars, tí oftast verður fiskiskapurin tarnaður av veðri og ísi hesa tíðina, serliga hjá teimum skipum, sum liggja norðarliga í Grønlandi.
 - Tað hevur eisini verið tosað um at lata krabban frá frið hesar mánaðirnar av árinum, sigur hann.
 Sum skilst, órógva politisku viðurskiftini í Grønlandi eisini teir, sum eiga skipini, ið fiska ella taka ímóti krabba har yviri.
 - Fiskiskapurin er minkaður so nógv, og eingin veit, hvørja støðu heimastýrið fer at taka, tá ið spurningurin um krabbaloyvini kemur aftur á dagsskránna, sigur hann.

Ov stór roynd
Krabbafiskimaðurin er ikki í iva um, at krabbin hevur verið ov hart royndur í grønlendskum sjógvi seinastu árini.
 - Vit plaga at taka ímóti krabba frá 19-20 smábátum umframt einum størri skipi, sum eisini er á krabbaveiði. Teir smáu bátarnir royna innanskers, meðan skipið, ið er fyrrverandi Bláfossur av Tvøroyri, nú Helena L, roynir á leiðunum millum 3 og 6 fjórðingar úr landi.
 Hann sigur, at krabbafiskiskapurin hevur verið í stórari minking.
 - Tá ið eg byrjaði at fiska krabba í Grønlandi, kundu vit fáa uppí eini 7 tons í lastina um døgnið. Sum tíðin leið, minkaði fiskiskapurin, og at enda lógu vit úr eini 500 kg. og uppí eini 3 tons, tá ið mest var at fáa. Skipini draga vanliga einar 1000 rúsur um døgnið, sigur krabbafiskimaðurin. 
 Hann sigur, at nú teir hava tikið ímóti krabba frá Helenu L og opnum bátum, hevur samlaða veiðan av heilum krabba ligið um eini 12-15 tons um vikuna.
- Hetta er minni, enn vit kundu fáa ein góðan dag, tá ið vit byrjaðu at innhandla krabba í Grønlandi.

Mentaliteturin
Krabbafiskimaðurin heldur, at útróðrarmenninir í Grønlandi, sum fiska krabba og avreiða til móttøkuskipið, eru til tíðir ógvuliga óstøðugir. Teir kunnu royna nakrar fylgjandi dagar, og síðan eru teir burtur í nakrar dagar.
 - Eg haldi, at hesin atburður liggur í blóðinum hjá teimum. Hinvegin trúgvi eg, at tað hevði stimbrað hugin hjá monnunum meira, um teir fingu betri prís fyri krabban. Teir hava fingið 11 kr. fyri kilo, og eg haldi, at tað er einar 3-4 krónur ov lítið.
  Hann sigur, at krabbin nørist seint, og tað nyttar einki at troyta somu leiðir setu eftir setu; tí flyta skip og bátar, sum veiða krabba, seg nógv.
 - Tað visir seg nevniliga, at hevur tú fingið eina góða setu á einum ávísum strekki, fært tú bara eina helvt ta næstu í sama staði. Men fær krabbin frið eina tíð, plagar hann at koma aftur.
 Krabbafiskimaðurin er sannførdur um, at tað gongur bara ein veg við krabbaveiðini í Grønlandi, og tað er niður á bakka.
 - Royndin er alt ov stór, og tí er vinnan nógv minni lønandi í dag, sigur hann.