Føroyskir filmar í Norðurlandahúsinum

Týskvøldið klokkan 20 fara føroyskir komandi og núverandi filmskaparar at sýna nýggju filmar teirra fram. Talan er um trý filmslistafólk, ið veruliga hava gjørt vart við seg í føroyska filmheiminum so sum, Katrin Ottarsdóttir, Heiðrik á Heygum og Sakaris Stórá.

Katrin Ottarsdóttur, ið er okkara undangongukvinna innan filmlist her Føroyum var fyrsti útbúna filmlistarfólki í Føroyum og gjørdi eisini fyrsta føroyska spælifilmin »Atlantic Rapsody«.

 

Týskvøldið sýnir hon portretfilm sín »Sporini vaksa í orðum« um Jóanes Nielsen. Katrin Ottarsdóttir sigur soleiðis um sín portret-film: »Sporini vaksa úr orðum« at hann er sprottin úr hennara egnu fordómum um Jóanes. Hesin álvarsami maður, sum altíð hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn - antin á prutli ella í djúpum tonkum við hondunum handan bak gjøgnum havnargøtur. Ivaleyst ikki ein maður, ið tók tilveruna lætt. Og so var hann eisini yrkjari og livdi upp til sína kommunistisku sannføring fult og heilt, sum fiski- og arbeiðsmaður. Hartil vóru hansara atfinningarsomu og bersøgnu lesarabrøv og greinir ofta at lesa í bløðunum.

 

Tónleikarin og listamaðurin Heiðrikur á Heygum, fekk sína films debut í fjør við stuttfilminum »Mítt Rúm« - Hesin stuttfilmur vann fleiri norðurlenskar viðurslønir. Heiðrikur á Heygum frumsýnir nú portrett-filmin »Aldur« um Mariu á Heygum. Portrett filmurin hjá Heiðriki lýsir eitt menniskja, sum hevur bundið seg so tætt at havinum, at tað ikki kann vera tað fyri uttan. Trúføst svimur 85 ára gamla Maria á Heygum hvønn dag í tí kalda sjónum í Vestmanna, sannførd um, at havið hevur veitt henni lekidóm fyri øll sár.

 

Eisini sýnir Sakaris Stórá sín stuttfilm »Passageren«, ið er framleiddur í Nordland Kunst og Filmskole í Norra. Hetter er næsti stuttfilmurin hjá Sakaris og hann hevur fingið sera góð skoðsmál í miðlinum. Birgir Kruse sigur í ummæli, at »hesin filmur definerar hvat stuttfilmur er, tá hann er bestur. Fyri at brúka eitt bókmentunarligt hugtak, kann ein siga, at Passasjeren er ein heilrunnin yrking, ið nemur teg, og við nærum ongum orðum sigur eina søgu, ið gamaní er á norskum, men annars er leys av tíð og staði. Í filmisku steinoyðuni á bygd er hetta ein stór visuell uppliving.«