Nú hart leikar á í fíggjarheiminum og á fíggjarmarknaðunum í fleiri av grannalondum okkara, eru nógv sum bera ótta fyri, hvussu føroysku fíggjarstovnarnir eru fyri. Men sambært bankaserfrøðinginum Bjarne Jensen hava føroysku fíggjarstovnarnir verið ábyrgdarfullir og hepnir við teirra strategium.
- Tað tykist sum at føroysku fíggjarstovnarnir hava lært at stýra við skili og ábyrgd. Hetta kemst kanska serliga av bankakreppuni í nítiárunum. Men tað sær út til at Føroyar í dag ikki eru ein botnleysur pengakassi sum tá, og at fíggjarstovnarnir eru meira ábyrgdarfullir í dag, vísir Bjarne Jensen á.
Hava satsað rætt
Virðisbrævamarknaðurin hevur seinastu dagarnar verið í fríum falli, serliga eru virðisbrøv í bankum rakt serliga hart. Men sambært Bjarne Jensen eru føroysku fíggjarstovnarnir ikki harðari rakt enn onnur.
- Tað vísir seg at verða sera heppið fyri føroyingar, at bankakervini hjá tykkum ikki eru so tætt knýtt at Íslandi í løtuni. Har sær út til at koma eitt ordiligt skradl, og í dag giti eg at fíggjarstovnarnir í Føroyum eru sera glaðir fyri at teir hava vent eygunum meir móti danska marknaðinum, og ikki hava leitað út í stóru verð, eins og íslendingar hava gjørt seinastu árini. Tað vísir seg nú at tann strategiin hevur lønt seg, sigur Bjarne Jensen, bankaserfrøðingur.
Manglandi álit veruligi trupulleikin
Ilt er at spáa um vit enn hava sæð tað ringasta av fíggjarkreppuni. Dag um dag broytast viðurskiftini somikið skjótt, at enn er ógjørligt at siga, hvønn veg tað ber. Sambært Bjarne Jensen er størsti trupulleikin í løtuni ikki manglandi likviditetur, men manglandi álit.
- Tað er ringt at siga um tað ringasta hevur verið enn. Trupulleikin á fíggjarmarknaðinum er ikki at tað resta pengar í. Har er nokk av likviditeti á fíggjarmarknaðinum, trupulleikin er bara tað skeiva býtið av likviditeti, sum vit síggja. Fíggjarstovnarnir vilja treyðygt læna pening til grannabankan, men velja heldur at seta peningin inn í Evropeiska Tjóðbankan, og so noyðist grannabankin hagar at læna peningin fyri hægri rentu enn annars. Álitið millum bankarnar er sera avgerandi. Um álitið er vekk, úrslitar hetta í at rentan veksur á útlánunum, og tað er har trupulleikin uppstendur. Marknaðurin við at læna pengar út til aðrar bankar og einstaklingar turkar út, greiðir Bjarne Jensen, bankaserfrøðingur, frá.
Føroysku fíggjarstovnarir væl fyri
Bjarne Jensen hevur í mong ár fylgt væl við gongdini í Føroyum, og kennir sum heild sera nógv til teir báðu stóru fíggjarstovnarnar í Føroyum. Og sambært honum stendur als ikki so illa til, sum leysasøgur vilja vera við hesar dagarnar.
- Tey seinastu tølini eg sá frá fíggjarstovnunum vóru frá 30. juni í ár, og tá sá út til at teir báðu stóru fíggjarstovnarnir í Føroyum høvdu tað gott og sóu sera sunnir út. Teir høvdu nokk av likviditeti, og síggja enn út til at vera púra tryggir stovnar. Hetta er eisini úrslitið av teirri ábyrgdarfullu fíggjarstýringini, sum bankarnir hava ført seinastu árini, við ikki at taka for nógvan váða á seg, sigur Bjarne Jensen, bankaserfrøðingur.
Enn eru nýggjastu tølini ikki komin frá teimum báðum stóru bankunum, men Bjarne Jensen væntar ikki at heilt stórar broytingar eru frá seinastu uppgerðini, og tískil síggja føroyski stovnarnir enn út til at vera sunnir og tryggir fíggjarstovnar.