Jørgen Thygesen, sum var Berner-maður í Føroyum í umleið 30 ár, er nú avloystur av tveimum føroyingum.
Eftir at danin Jørgen Thygesen, vanliga nevndur Berner-maðurin, sum seldi vørurnar hjá Berner í umleið 30 ár í Føroyum, flutti aftur til Danmarkar at búgva, hevur føroyska fyritøkan Blika í Havn yvirtikið søluna av Berner í Føroyum. Í hesum sambandi verður móttøka hjá Blika fríggjadagin frá kl. 15-18 og leygardagin frá kl. 10-15.
Berner A/S er partur av altjóða Berner-fyritøkuni, ið hevur sín uppruna í Baden Württemberg í Týsklandi fyri 53 árum síðan. Fyritøkan hevur í dag tilsamans 8000 starvsfólk og 25.000 vørueindir. Berner selur vørur til byggi- og bilavinnuna í øllum Evropa.