Jógvan við Keldu
-----
Sum í øllum londum, so hámeta vit okkara tjóðsang, bæði tá hann verður spældur og sungin. Hann er innihaldsríkur við góðum og sangbarum lagi. Her eru vit øll savnað, hann gevur okkum samleika og økir kærleikan til fosturlandið og fólkið.
Vit eiga ídag eitt vala symfoniorkestur við kóri, dugnaligar arrangørar til løg og verk.
Tað, sum eg nú sigi, er ikki tí at eg havi nakað ímóti dønum – tvøruturímóti. Havi havt ta fragd ígjøgnum lívið at samstarva við teir bæði í forrætning, politikki og í privata lívinum, (fyri at fáa tað uppá pláss), men at vit ídag bert brúka eina upptøku við donskum symfoniorkestri av okkara føroyska tjóðsangi, sum enntá er 50 ára gomul, haldi eg vera eitt sindur harmiligt.
Uppskot
Fari tí at skjóta upp fylgjandi:
Tey sum hava tónlistaútbúgvingina og evni, gerið ein pompøsa, stórslignað útseting av okkara vakra tjóðsangi.
Gerið ein flotta og stórsligna serstaka innspæling við Føroya symfoniorkestri.
Gerið eisini ein serstaka innspæling við symfoniorkestrinum og útmerkaða stóra kórinum við serligum arrangementi.
Latið okkum so fáa hetta skjaldramerkið út í heimin.
Eg veit, at her skal stórt arbeiði leggjast í, tí lætt er at sita uttanfyri og geva øðrum uppskot, men gjørligt er í dag at fáa hetta framt.
Havi lagt til merkis, at symfoniorkestrinum tørvar pening. Gev teimum hetta verkevni og latið teimum eina rúmliga peningupphædd fyri tað. – Hesin peningur er væl útgiving.
Havið hugsað um hetta í mong ár. Hetta er nakað, sum hevði glett okkum allar føroyingar og lyft okkum merkisvert.










