Føroyski skiparin hjálpti løgregluni í loyndum

Føroyski skiparin á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, hjálpti løgregluni í loyndum tá ið Birna Brjánsdóttir brádliga hvarv fyri einum góðum ári síðani

Fyri einum ári síðani vóru øll skelkað av drápinum á Birnu Brjánsdóttir í Íslandi. Men nú kemur tað fram, at føroyski skiparin á grønendska trolaranum, Polar Nanoq hevði ein týðandi leiklut og hjálpti løgregluni í loyndum.

 

Tað kemur fram í eini drúgvri grein, sum enska blaðið, The Guardian hevur um málið. Tað var rættiliga skjótt, at trolarin, Polar Nanoq, sum hevði ligið í Hafnafirði, varð settur í sambandi við málið, eftir at Birna Brjánsdottir brádliga hvarv. Løgreglan í Íslandi vistu eisini, hvørjir av manningini vóru undir illgruna.

 

Hetta hevði ein journalistur í Íslandi fingið frænir av og sendi ein av manningini á Polar Nanoq eini sms boð at fregnast um hann visti nakað um málið. Hetta var maðuri, sum varð handtikin, men sum síðani varð leyslatin aftur.

 

Hann varð týðiliga uppreittur av sms boðunum og vísti føroyska skiparanum tey. Men frá skiparanum fekk hann at vita, hevði hann einki gjørt, hevði hann heldur einki at stúra fyri.

 

Men tá var Polar Nanoq komin inn í Grønlendskt sjóøki og tað kom illa við hjá løgregluni í Íslandi, tí so kundu tey ikki fara umborð á sínum eintingum at taka menninar. Tey vistu eisini, at tess longri tíð gekk, tess betri vóru stundirnar at beina fyri prógvum. So teirra ætlan var at fara til Grønlands eftir politistum har, so at teir kundu fara umborð á Polar Nanoq at taka menninar.

 

Men skiparin á Polar Nanoq óraði ilt, tá ið hann fekk at vita, at onkrir av manningini høvdu sambandi við málið um Birnju Brjánsdóttir.  Tískil gjørdi hann av at vendi við og at seta aftur kós ímóti Hafnafirði. Men hann fortaldi ikki manningini, hví hann vendi aftur.

 

Í samráð við hinar yvirmenninar, fortaldi hann teimum tvørtur ímóti, at teir høvdu varnast eitt tekniskt brek og vóru noyddir at venda aftur. Samstundis sløkti hann internetið, so at manningin ikki fekk samband við land.

 

Men beinanvegin tey komu inn um íslendsk mark, fóru servand, íslendsk løgreglufólk við tyrlu út á Polar Nanoq og setti fólk umborð. Menninir báðir vóru tiknir og innilæstur til tey vóru komin aftur á Hafnafjørðin.

 

Úrslitið var, at tann eini av manningini varð dømdur at sita í 19 ár fyri dráp og fyri at royna at smugla góð so kilo av hassji. Hann hevur alla tíðina noktað seg sekan og hevur skotið málið inn fyri hægri rætt.

 

Øll greinin í The Guardian kann lesast HER