Føroyski Lummakalendarin 2001 er komin

Innihaldið í lummakalendaranum er fylgjandi:

· Halgi- og merkisdagar

· Gomlu føroysku

dagaheitini

· Klokkutíðir fyri mánan

· Føroysk heiti

fyri mánastøðurnar

· Telefontænastur

og telefonsamband

við útheimin

· Postnummur í Føroyum

og postgjøld

· Adressuyvirlit

· Tímatalva


Til at halda skil á tíðini eru yvirlit fyri hvønn mánað (ein síða fyri hvønn) og yvirlit fyri hvørja viku í árinum (tvær síður fyri hvørja viku).

Ein perforering er gjørd í niðasta horn á hvørjari síðu, so til ber at merkja av, hvussu langt árið er liðið.

Eisini eru heildaryvirlit fyri bæði árini 2001 og 2002. Harumframt eru eyka síður gjørdar at skriva á.

Kalendarin er gjørdur í støddini A6, 10,5 x 14,8 cm.

Kalendari er spiralinnbundin, so hann kann liggja uppsligin á borðinum. Men kann eisini havast í lummanum.

Perman eru úr plasti, við lummum. Á permuni er mynd av Tinganesi. Til ber hjá tí einstaka at seta sín persónliga dám á kalendaran. Til dømis kann forsíðan skifastu út við eini fotomynd ella tekning.

Hann er sera væl egnaður til skúlaungdóm, fólk í starvi á skúlum, á stovnum og á skrivstovum, og til fólk í vinnu á sjógvi og landi, og hann er eisini væl egnaður sum dagbók.

Útgevari er TJØRN sp/f.

Einars Prent hevur prentað

Kalendarin fæst í bókabúðunum og á posthúsunum kring landið og kostar 80 kr.