Leygardagin verður greitt, um David Arge Galán megnar at halda fast í heitinum sum heimsmeistari í kappingini við heitinum Men's Physique.
Í fjør um hetta mundið eydnaðist tað Davidi at vinna sær heitið sum heimsmeistari og samstundis at verða bólkaður sum professionellur innan hesa ítróttargrein. Tað merkir, at hann fær atgongd til kappingar á hægri støðið enn frammanundan.
Nú eru tey so farin aftur til USA, har kappingin um heimsmeistaraheitið aftur skal standa. Tað verður seint leygarkvøldið føroyska tíð, at vit kunnu vænta úrslitið.
Eisini Jórun Lassen Mørkøre er farin til USA, har hon skal royna seg í kappingini við heimsins bestu.