Vit hava áður her í Yngd skrivað um, at tað serliga eru tær føroysku fløgurnar, sum selja væl í fløguhandlunum kring landið, men tann gongdin tykist at broytast støðugt.
Tað vísir seg nevnliga, at fløgukeyparin setir størri og størri krøv til tær føroysku fløgurnar, áðrenn hann keypir tær.
Tey ungu eru uppvaksin við MTV
Ein av teimum, sum frægast dugir at meta um gongdina innan søluna av fløgum í Føroyum, er Høgni Zachariassen, sum til dagligt er leiðari av fløgudeildini í 3'arinum í SMS.
Høgni sigur, at tað er heilt týðuligt, at tey ungu í dag hava eyguni og oyruni nógv meiri vend ímóti tí útlendska tónleikinum í mun til undanfarna ættarliðið. Orsøkin til hetta er uttan tað, at hesi ungu er vaksin upp við MTV og øðrum útlendskum sjónvarpsrásum, har tey hava havt møguleika fyri at fylgja við í, hvat rørir seg í alheims tónleikamarknaðinum.
Til dømis nevnir Høgni, at tey kunnu fylgja við í, hvørjar fløgur koma á marknaðin kring heimin, og tey vilja eisini hava fløguna beinan vegin, ið hon kemur á marknaðin.
Fyrr var tað so, at tað serliga var tann føroyski og danski tónleikurin, sum føroyski ungdómurin kendi nakað til, og tískil vóru tað hesar fløgur, ið tey keyptu. Í hesum sambandi nevnir Høgni, at fyri nøkrum árum síðani kundi ein fløga hjá eitt nú Kim Larsen selja eina rúgvu, men kemur ein fløga hjá honum út nú, so selur hon framvegis nógv, men als ikki í sama mát sum fyrr.
Høgni sigur, at kemur ein føroyskur unglingi inn í Trýarin at ogna sær eina fløgu, so setur hann altíð dygdina í hásæti, heldur enn at velja eina føroyska av tjóðskaparligum orsøkum. Hetta hongur helst eisini saman við, at tað fyrr var vanligt, at tá ið ungfólk vóru í vertsskapi, so vóru tað tær føroysku fløgurnar við Frændum, Terja & Føstufressum, og so framvegis, ið vóru spældar, meðan tað í dag heldur er Metallica, Korn, Boyzone ella líknandi.
Fyrr keypti føroyski ungdómurin sum heild bert eitt slag av tónleiki, eins og tær føroysku fløguútgávurnar tá vóru ógvuliga líkar. Soleiðis er ikki í dag, har tann ungi keyparin ognar sær eitt víttfevnandi úrval av fløgum, sum spenna kanska líka frá Metallica til Boyzone.
Tey, sum eru eitt sindur eldri, hugsa tó framvegis meiri føroyskt, tá ið tey koma at keypa sær eina fløgu, men tey eru jú heldur ikki voksin upp við MTV, leggur Høgni aftrat.
Ikki vantandi góðska
Tað er ikki tí, at góðskan á føroyskum fløgum er lækkað, at tær ikki selja so nógv sum áður. Høgni Zachariassen heldur hinvegin, at góðskustøðið á føroysku fløgunum er alsamt hækkandi, men krøvini frá keyparunum er hægri. Tað er neyvan nøkur loyna, at ein stórur partur av teimum føroysku fløgunum, sum komu á marknaðin fyri einum tíggju árum síðani, vóru ikki serliga góðar, og tað tøkniliga var so avgjørt ikki sett serliga høgt.
Tað vóru tó nakrar fløgur, sum vóru sera góðar, og Høgni nevnir í hesum sambandi fløguna hjá Terja & Føstufressum, sum enn tann dag í dag selir væl. Eisini selja fløgurnar hjá Frændum framvegis væl.
Higartil í ár
Nú árið er hálvrunnið, er eisini vert at hyggja eftir, hvørjar fløgur hava selt best í Trýarinum, sum er størsti fløguhandilin í landinum. Her vísir tað seg nevnliga, at tað er Prix Føroyar fløgan, sum er tann mest selda, hóast hon ikki hevur verið so leingi á marknaðinum.
Av øðrum føroyskum fløgum, sum liggja ovarlaga á listanum, kann nevnast tann júst útkomna fløgan hjá Heina Lützen, Brotin. Hon liggur á einum fjórðaplássi. Annars eru ongar aðrar føroyskir fløgur millum tíggju tær ovastu á listanum, sum annars ber dám av teimum útlendsku uppsamlingsfløgunum við einari rúgvu av slagarum.
Høgni Zachariassen sigur tó, at skal man nevna nakra serliga fløgu, sum hevur staðið seg væl í ár, so er tað fløgan hjá Boyzone, ið nevnist Millenium. Hon hevur selt væl alt árið, sigur Høgni, og hon selur framvegis sera væl.
Eisini hevur fløgan hjá Offspring, ið nevnist Americana, selt sera væl, eins og fløgan við amerikansku teenage-kometini, Britney Spears.
Nógv føroyskt í løtuni
Sum nevnt aðrastaðnis í blaðnum, so koma nógvar føroyskar fløgur ðá marknaðin í løtuni, men hetta er ógvuliga vanligt um summarið, sigur Høgni, sum eisini sigur, at tær føroysku fløgurnar selja stak væl um summarið, tá ið útisetar eru heima, eins og ferðafólk keypa eitt sindur av føroyskum tónleiki at hava heim við aftur.
Nær vit aftur fáa eina føroyska fløgu, sum slær allar tær útlendsku út, er ilt at siga, men tá skal okkurt heilt serligt til, um hetta skal eydnast.









