Føroyski fiskimaðurin seldur fyri eina krónu kilo

Makrelbýtið hjá samgonguni er ein vinnulig kós beint aftur í feudaltíðina. Eins og tá kongur sat og býtti vinnurættindi út til samfelagsborgarar, og legði ymisk gjøld á sínar tegnar. Og har tey ognarleysu arbeiddu uttan sáttmálar ella rættindi og kundu seljast bíliga

Høgni Hoydal
-----

Tað er eitt dagligt bragd, at fólk stríðast í fiskivinnuni. Og leggja nógv fyri til tess at vinna burturúr tí ótrúliga tilfeingi, ið okkara land eigur.

Tí hetta hendir undir so skiftandi, ótryggum og tilvildarligum politiskum treytum, at politiska skipanin er ein nógv størri forðing og avbjóðing hjá vinnuni, enn náttúrunnar umskifti, vaksandi oljuprísir og sveiggjandi marknaðir.

Hetta eru ikki treytir, ið kunnu bjóðast vinnu og arbeiðsfólki. Hetta eru ikki treytir, ið kunnu bjóðast einum fólkaræði og einum samfelag við so ríkum tilfeingismøguleikum.

Vinnuligt, tjóðskaparligt og sosialt frælsi
Tað, sum hevur skapt vinnuligan framburð í Føroyum, er uppgerðin við feudaltíðina, við Einahandilin og við tey politiskt ásettu vinnurættindi. At vit tjóðskaparliga hava megnað at lagt afturat landsins lunnindum og rættindum og skipa møguleikar fyri rættvísari kapping um at reka vinnu og gagnnýta tilfeingið. Og at vit hava havt fakfeløg og vinnufeløg, ið hava tryggjað rættvísa hýru, løn og umstøður hjá verkafólki og fakbólkum, sum skapa virðini í vinnuni.

Alt hetta er hendan samgongan í fullari ferð við miðvíst at niðurbróta.

Eg ein stóran – tú ein lítlan
Vit skriva hálvan mai 2012. Triðja árið á rað verður umsitingin av makrelfiskiskapinum viðgjørd í evstu løtu av eini samgongu, ið ikki hevur lagt nøkur saklig ella vinnulig prinsipp fram. Eitt virði uppá millum 1 og 1,5 mia krónur verður býtt tilvildarliga politiskt millum bólkarnar og førini í fiskivinnuni: Eg ein stóran – tú ein lítlan.

Einasti møguleiki hjá teimum, ið reka og vilja reka vinnu, er at gera alt fyri at ávirka politisku skipanina, har samgongupolitikarar sita og býta tons út. Annars verða tey fyri vanbýti og sleppa ikki framat.

Ein “makrelbólkur” við sjálvum løgmanni á odda, hevur sitið í eitt hálvt ár, handan stongdar dyr. Og hevur so nú lagt nøkur uppskot fyri tingið. Men meginparturin av samgonglimunum hava longu tikið frástøðu frá uppskotinum. Skip og vinna kunnu ikki leggja til rættis. Fiskiskapur, sum kann byrja fyrsta dagin, má bíða eftir hvítum royki úr Tinganesi.

Rættarloysi
Lógarverkið, sum fiskimálaráðharrin hevur lagt fram, snýr seg um eina avgjaldskipan við 7 ymiskum gjøldum á fiskiskapin og virksemið. Og annars skal landsstýrismaðurin einsamallur sita og býta tons út til skipabólkar – og stovna nýggjar bólkar og seta heilt ymisk skip saman í ymsu bólkarnar – sambært kunngerð(!).

Ongar grundgevingar eru givnar. Ongar metingar lagdar fram um endamál og avleiðingar. Ongar sakligar treytir og metingar at viga eftir og halda seg til, eru ásettar. Men talan er bert um eina “meting” hjá landsstýrismanninum og teimum persónum, ið hava sitið í “makrelbólkinum”. Altso, “at vit halda hetta vera rímíligt”. Har er ongin rættur, onki gjøgnumskygni, men bert vald og trýst galdandi.

Og øll ætlanin við lógini um vinnuligan fiskiskap verður í roynd og veru enn meira skotin sundur og saman og undigrivin.

Aftur til einaveldið og feudaltíðina
Her er talan um at renna við fullari ferð aftur í feudaltíðina. Tá kongur eftir egnari meting býtti rættindi til vinnu og tilfeingi út millum borgarar og stættir. Til stórar jarðareigarar og – ofta umvegis hesar – til festibøndur, knæbøndur og leigulendingar. Og har kongur ásetti og broytti ymisk gjøld, sum hann metti “vera hóskandi”.

Og hetta er eisini júst sum við “ráfiskabýtinum” í 1990’unum og gomlu studningsskipanunum og skipapakkunum. Politiskir handlar avgera, hvør er í vinnu og ikki.

Gjøld sum avlaga øll rættindi
Avgjaldsskipanin, sum samgongan nú leggur fram, hevur onki við eitt skipað útboð, tilfeingisgjald og rættvísa vinnuliga kapping at gera.

Til dømis skal skipanin bara legitimera, at nú kann eitt reiðarí við at gjalda eina krónu kilo, seta øll rættindi hjá føroyskum fiskimonnum til viks, og manna øll skipini við undirløntari, útlendskari arbeiðsmegi. Og á sama hátt, at við at gjalda eitt kilogjald kunnu útlendsk verksmiðjuskip hava frítt at fara eftir tilfeinginum í Føroyum.

Fólkaflokkurin hevur sostatt fingið vent øllum ætlanum um eitt rættvíst, vinnuliga skilagott og marknaðarstýrt tilfeingisgjald til eina gjaldsskipan, sum skal avhøvda føroyska fiskimannin! Har til dømis útlendskt fíggjað reiðarí, kunnu fáa uppaftur størri vinning, meðan ongin inntøka er til fiskimannin. Sanniliga ein hokus-pokus-loysn, har alt verður vent á høvdið.

Kundu vit ímynda okkum, at tá tildømis flogvallarútbyggingin skuldi fremjast, so sat ein “flogvallarbólkur” av samgongupolitikarum við løgmanni á odda og býtti arbeiðini út til fyritøkur eftir “eini politiskari meting”. Og har eigarar av fyritøkunum kundu taka inn útlendsk arbeiðsfólk fyri nakrar fáar krónur um tíman í løn, afturfyri at gjalda eitt avgjald uppá eina krónu fyri – lat okkum siga – hvønn kubikkmetur av betongi?

Trý ár við sama løgmanni í endaleysum ruðuleika
Sami løgmaður og sami Fólkaflokkur hava sitið øll hesi trý árini, ið makrelfiskiskapurin hevur verið.

Fyrsta árið í 2010 var ongin semja um nakra skipan. Landsstýrismaðurin býtti kvotur út umvegis telefonsamrøður, uttan nakra lóg og uttan nakra kunngerð – og uttan nakra niðurskrivaðari avgerð. Onki regluverk varð sett í verk viðvíkjandi atgongd, sáttmálaviðurskiftum og øðrum.

Annað árið í 2011 var heldur ongin semja um nakran politikk ella skipan.Og endin varð, at vit vóru komin út í apríl mánaða, tá Fólkaflokkurin rýmdi úr samgonguni. Á borðinum lá ikki ein stavur ella nøkur sum helst fyrireiking til at skipa makrelfiskiskapin. Ongin eftirmeting hevði verið gjørd av árinum frammanundan. Landsstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum – sum aftur situr nú – hevði eftir øllum at døma bert havt samrøður við ymisk reiðarí og hevði lovað ymiskt, sum ikki varð niðurskrivað.

Makrelsemjan í 2011 – eitt stórt framlop
Tjóðveldi (og Framsókn) tóku tá ábyrgd av einum landi í fullkomnari undantaksstøðu. Vit gjørdu tá undir hørðum tíðartrýsti eina semju við minnilutasamgonguna. Um bæði makrelfiskiskapin og grundarlagið fyri langtíðarsemjum um fiskivinnupolitikkin.

Skipanin var ikki lýtaleys og sjálvandi merkt av neyðsemjum. Men krøvini hjá Tjóðveldi bygdi á greiðar hugsjónir, prinsipp og mál:

- Treytirnar og karmarnir fyri fiskiskapinum skuldu ásetast við lóg.
- Ongin politisk útluting varð framd. Tó so: Uppísjóvarflotin, sum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap hevur havt kvotu til makrel, fekk ásett ein kvotupart (sum kjakast kann um støddina á). Annars var restin av kvotuni partvíst bjóðaður út. Og partvíst var gjørligt hjá øllum øðrum pørtum av flotanum at fiska av felagskvotu við hámarki – sum var býtt í tvey tíðarskeið til tess at avmarka vansan við “olympiskum” fiskiskapi.
- Ásett varð í lógini, at bara skip undir føroyskum flaggi høvdu atgongd at fiska.
- Ásett varð í lógini, at manningarnar skuldu hava hýrur eftir føroyskum sáttmalum og treytum.
- Sligið varð rimmarfast, at tilfeingið er ogn Føroya fólks, og at rættindi at fiska verða boðin út í tíðarskeiðum av tí almenna eftir greiðum reglum. Og at tey fella aftur til landið, tá tey eru brúkt.

Vansarnir av tilvildarligari umsiting av fiskivinnuni
Vansarnir við skipanini í 2011 vóru fleiri. Men vansarnir vóru nærum allir orsakaðir av teirri tilvildarligu umsitingini av fiskivinnnulóggávuni øll hesi árini frammanundan undir fólkaflokkinum.

M.a., at skip vórðu flutt millum nótaflotan og hin partin av flotanum. At ongar lógarreglur og treytir vórðu gjørdar fyri útlendsk móttøkuskip. At spekulasjónin í fiskivinnuni ávirkaði uppboðssøluna og til dømis nótaflotin bjóðaði ikki. At reiðarar løgdu prísin fyri uppboðskeyp á manningarnar – altso av óbýttum (Hetta er óskiljandi at Fiskimannafelagið góðtekur. Tí nær hevur manningin fingið nakað burturúr, tá ein reiðari hevur selt eitt skip við fiskirætindum?). At flotin savnast á alt færri hendur, og at útlendskur kapitalur verður brúktur at tryggja sær atgongd til fiskirættindi. Hesir trupulleikar eru ikki skaptir av makrelsemjuni í fjør, men eru trupulleikar í allari skipanini.

Samanumtikið varð í 2011 kósin sett til ein nýggjan fiskivinnupolitikk, har tað skal vera gjørligt hjá føroyskari vinnu at kappast undir skipaðum viðurskiftum um at fáa sum mest burturúr tilfeinginum til gagns fyri samfelagsbúskapin.

Og úrslitið fyri 2011 var á allan hátt munandi betri enn tilvildarliga skipanin í 2010 – og kastaði so nógv meira av sær til vinnu og samfelag. Og skipanin við uppboðssøluni gjørdi helst øll bilsin og gjødi øllum greitt, hvussu stór virðir eru í okkara tilfeingi og í rættindunum at fiska tey.

Og so aftur í feudaltíðina
Men nú í 2012 fór so sami løgmaður og sami Fólkaflokkur, sum hava havt ábyrgdina av ótryggleikanum og politiska ruðuleikanum, aftur á gamlar gøtur og enntá langt aftur í feudaltíðina. Enn einaferð ongin fyrireiking, ongin semja, ongin tíð og ongin vinnupolitisk kós. Vinnan og samfelagið skulu aftur eygleiða og royna at ávirka ein politiskan glantrileik um so stór virðir.

Ja, var hetta í USA, so svarar tað til, at ein ráðharri við eini kunngerð – uttan nakrar grundgevingar men bara við partapolitiskum og vinnuligum samrøðum – býtti alla jørðina út til fyritøkur og privatpersónar í einum øki so stórt sum Texas og California tilsamans. Tað hevði í mun til teirra búskap svarað til virði fyri fleiri trilliardir av krónum.

Nær verður løgmaður hildin til svars?
Og vit eru komin út í endan á mai mánað. Eitt ófatiligt ábrygdarloysi. Og skalting og valting við virðunum hjá tjóðini.

At so løgmaður nú knappliga boðar frá, at hann vil hava uppboðssølu, sigur alt. Hann var hart ímóti tí í 2011, tá vit samráddust. Síðani øgiliga glaður fyri úrslitið og pengarnar, sum skuldu í Búskapargrunn Føroya, sambært undirskrivaðari avtalu. Nú hevur hann tømt grunnin, brotið allar avtalur og segði í tingunum mánadagin, “at uppboðsøla var steindeyð!” Og dagin eftir er hann so í Dimmu og vil hava uppboðssølu. Er onki mark fyri, hvat ein løgmaður kann sleppa avstað við av mótsigandi og meiningsleysum útsagnum, og ongantíð verða settur til svars?