Fyri skjótt 30 árum síðan avgjørdi ein meiriluti á Føroya Løgtingi í óðum verkum uttan nakrar fyrireikingar at yvirtaka skúlaskipanina á føroyskar hendur. Vit vóru fleiri sum mótmæltu og ávaraðu um, at løgtingið við hesum tók framtíðar skúlaumsiting, lærarar og næmingar við foreldrum gíðslar. Ikki er tað altíð so hugaligt at frá rætt.
Pisakanningina
kenni lítið og onki til. Men úrslitið og reaktiónin ella bakslátturin av Pisakanningini hevur váttað til fulnar tað sum vit roknaðu við fyri skjótt 30 árum síðan. At tað fór at verða trupult, og krevja stóra orku, at byggja upp eina serføroyska skúlaskipan á sama støði sum í okkara grannalondum. Elektronisku fjølmiðlarnir bóðu sjálvsagt teir ábyrgdarhavandi um viðmerkingar til hetta sera vánaliga útslitið. Alt bendi á, at flest allir vóru farnir í sjokk.
Ein topembætismaður
svaraði, at fyrimunurin við úrslitinum var, at nú vóru vit komin niður á eitt støði, har tað bert kann ganga framá. Hann gloymdi ivaleyst at vandi er fyri at eisini Mexico yvirhálar okkum. Hvør fyrimunurin veruliga var skilti eg ikki.
Ein løgtingsmaður
leyp í Norðurlandahúsinum fram á gólv, veipaði við ørmunum upp um høvdið og segði, at hetta var tað bestu sum henda kundi, tí nú høvdu løgtingsmenn endaliga eitt høvi til at taka í egnan barm. Tann møguleikan hava teir vónandi framvegis.
Ovasti leiðarin
fyri føroyska skúlaskapin, landsstýrismaðurin í mentamálum, minti á, at føroyski fólkaskúlin er sum eitt stórt skip, og tað tekur tíð at venda hesum. Ein fullgóð viðurkenning av, at fólkaskúlin aftaná skjótt 30 ár í sjónum siglur sína skeivu kós. Ikki eitt orð frá skiparunum um at leggja á stýriboð ella bakborð - heldur onki ljóð frá “maskintelegrafinum” um at broyta ferðina. Í staðin fór skiparin niður í messuna, setti eina nevnd við umboðum frá manningini og onkrum frá landi av til at hjálpa sær at seta út í kortið.
Pápin og
útvarpsmaðurin
Kringvarpið, sum altíð leggur áherðslu á sína skyldu til at veita public service, soleiðis at vit, Palleba, Marsanna og eg, fáa eina fatan av hvat tað snýr seg um, hevði eina samrøðu við ein pápa. Pápin og útvarpsmaðurin vóru rørandi samdir um at størsti trupulleikin var, at stýrisskipanirnar og forrtini í edv.tólunum í Kommunuskúlanum vóra á donskum máli. Eg havi bert fingist við edv-útgerð í 20 til 25 ár, tó mest við enskum forritum. Fyri meg at hoyra var talan um kolasvart tos.
Ein løgtingskvinna
segði fyri fáum vikum síðan í sjónvarpskjaki frá, at orsøkin til ólukku útslitið var, at okkum tørvar ein serligan føroyskan samleika innan fólkaskúlan. Hann náði meg. Hetta var fremsta grundgevingin fyri at við fyri skjótt 30 árum síðan í óðum verki, uttan nakrar fyrireikingar, skuldu yvirtaka skúlaskipanina. Burtur við danska samleikanum og inn við einum nýggjum rótføroyskum samleika innan skúlaverkið.
Røðin av fullveldisskiparum
sum hava ført stóra skipið, føroyska fólkaskúlan, hava eftir øllum at døma gloymt at sett út í kortið. Í hvussu so er hava teir ikki funnið røttu kósina. Ivaleyst hava teir “tøssað” runt í Mentamálaráðunum og uttan úrslit leita eftir tí ektaða rótføroyska samleikanum.
Tað glógvar hóast alt
í minst einum av luttakarunum í kjakinum higartil. Formaðurin fyri Føroya Lærarafelag hevur rímuliga greitt víst á, at føroyska fólkaskúlanum tørvar bæði mannagongdir, undirvísingaramboð og undirvísingartilfar. Hvør kann arbeiða uttan mannagongdir, amboð og tilfar.
Í heila tikið
Hevur kjakið higartil m. a. fingið meg til at minnast gomlu vísuna hjá Herlon í Kálvalíð, sála, sum byrjar soleiðis:
Við sluppini svørtu til Íslands var farið
Men eitt var uppdagað, tá vit komu á Barði
At kjøtið var rotið, sum við okkum var,
Nei, eingin so djarvur í munn hann tað bar.
Har umborð voru teir so hepnir, at teir bert høvdu trupulleikar av einum lítlum parti av proviantinum, einari kjøttunnu, sum varð endurútvegað so skjótt teir komu í havn. Ongir trupulleikar vóru við fiskreiðskapi, agni, salti, lippukøssum, og aðrari útgerð. Og mannagongdirnar, her íroknað kolonnubókin til skráseting av lippunum, vóru í lagi og væl kendar. Álíkavæl fingu teir tátt. Føroyski fólkaskúlin er nógv verri fyri. Har tørva mannagongdir, undirvísingaramboð og undirvísingartilfar. Og allir avvarðandi hava ein og sama trupulleika. Teimum tørvar ein serligan føroyskan samleika.
Eitt stendur sólaklárt
Tað eru ikki 9. flokkarnir í fólkaskúlanum sum er størsti trupulleikin. Hesin liggur nógv longur uppi í skipanini.
Í hesum døgum
tysjar ein hópur av fólki – politikkarar, embætismenn og serfrøðingar av øllum sløgum – inn og út úr fundarhølum har teir forma føroyska samfelagið til tað besta í heiminum áðrenn 2015. Tá eru 9. floks næmingarnir frá Pisakanningini vónandi útlærdir. Ongin sýnist hoyra neyðarrópini úr oyðimørkini frá formanninum fyri Føroya Lærarafelag. Skúlanum tørvar mannagongdir, undirvísingaramboð og undirvísingartilfar. Hevur nakar loyvi at ivast í, at vit føroyingar hava okkara egna serstaka samleika sum ikki ber á brá av at minna um nakað annað fólk í heiminum. Í hvussu so er ikki fyrr enn vit hava smoygt ein mexicanarahatt niður um oyrini á okkara løgtings- og landsstýrislimum.
Vit eiga øll
At hava okkara hugsan um føroyska fólkaskúlan. Eg havi mína áskoðan á verandi skipan, og eg hava eisini eina áskoðan á, hvat í høvuðsheitum eigur at gerast beinan vegin. Meira um tað aftan á at vit øll vónandi hava havt eini gleðilig jól…
PE