Føroyski búskapurin nú og í framtíðini

1998 var eitt gott ár í Føroyum búskaparliga. Rentan var lág, fiskanøgdirnar stórar og fiskaprísirnir vóru góðir. Alt var til okkara fyrimun á heimsmarknaðunum. Nógvir faktorar, sum vit ikki sjálvi hava ræði á, kundu verið nógv øðrvísi.

 

Nú er ein búskaparbólkur settur at kanna avleiðingarnar av fullveldisætlanini, og er hesin farin til verka. Fyri tað fyrsta er spurningurin um framferðarhátturin við at seta arbeiðsbólkar, sum skulu arbeiða útfrá einum givnum úrsliti, yvirhøvur er rættur. Viðhvørt eigur spurningurin ikki bert at vera hvussu, men eisini um man yvirhøvur skal ganga eina leið.

Tað verður áhugavert at hyggja at, hvussu leikur fer í hesum arbeiðsbólkinum. Vónandi fara hesir búskaparfrøðingarnir at vera loyalir yvirfyri sínum faki og viðgera føroyska búskapin sum eina Tíðsseriu. Við øðrum orðum eigur ikki bert at gangast út frá búskaparligu fortreytunum í dag. Hvussu sjálvbjargin er føroyski búskapurin, um fiskanøgd og fiskaprísir verða sum eitt nú í 1991?


Tað átti at verið óneyðugt at komið við áminningum sum hesari, men í seinastini hevur tað verið alt ov vanligt at hoyra fólk í fjølmiðlunum, sum annars áttu at havt hollan kunnleika innan búskap, taka útgangsstøði í einum einkultum ári, tá eitt nú kostnaðarsamanberingar skulu gerast. Ein eigur at minnast til, at hagtøl eru sera løtt at benda til egnan fyrimuns, um ein ynskir tað. Eitt tíðarskeið yvir nógv ár vil altíð hava úrmælisár eins væl og fellisár, og hvørki av hesum báðum kunnu nðtast sum nakað gott útgangsstøði.


Tað verður eisini spennandi at síggja hvørjar fortreytir hesin bólkur setur fyri einum framtíðar føroyskum búskapi. Vit vita, at tað eru rættiliga ymsar meiningar innan samgonguna, hvussu framtíðar Føroyar eiga at rekast landsbúskaparliga.


Um so er, at framtíðar Føroyar verða skornar eftir Fólkafloksins leisti, har almennu stovnarnir skulu syndrast, lønirnar setast niður og tey veikastu í samfelagnum sleppast upp á fjall, so verður tað eitt dðrtkeypt fullveldi. Hóast søgan hevur víst, at púra ótamdar marknaðarkreftir, uttan nakað alment eftirlit, ikki ber til at hava, so standa ávísar kreftir í føroyskum politikki framvegis og forherliga eina skipan, sum longu í 1929 spældi fallitt, og veik fyri blandingsbúskapinum, har tað almenna hevur ein tððandi leiklut í búskapinum.


Tað búskaparliga ástøði undir teimum ótamdu fríu marknaðarkreftunum gongur út frá, at búskapurin tilpassar seg sjálvan í eina búskaparliga javnvág uppá langt sikt. Men sum John Maynard Keynes segði í 1923 ? uppá langt sikt eru vit øll deyð.


Føroya búskapur í framtíðini eigur at verða ein blandingsbúskapur eftir Norðurlendskum leisti, ið tryggjar vælferðarsamfelagið. Fólkaflokkurin er ikki garantur fyri hettar. Spurningurin er, um Tjóðveldisflokkurin av álvara sær vandan í tí sum kann henda, um núverandi politiska gongdin heldur fram. Fullveldisætlanirnar mugu ikki merkja, at øll onnur mál verða skúgvaði til viks í Tjóðveldisflokkinum.


Vónandi fer arbeiðið hjá búskaparnevndini, sum Landstðrismaðurin í sjálvstðrismálum hevur sett, at leggja so frætt á borðið, at man ikki kemur uttanum, at viðgera spurningin um búskaparliga framtíðarstrategi áðrenn lopið verður eftir nakrari fullveldisloysn.