Føroyski búnin - Móti ella ikki ?

Ideologiskt sæð er Føroyski tjóðbúnin, ein uniformur, ið skal eyðkenna okkum sum føroyingar.

 

Men hvussu er í grundini við tjóðbúnanum, eigur hann at síggja út upp á ein ávísan máta ella hevur hann fylgt mótanum við tíðini ?

Føroyingar hava altíð gingið í føroyskum klæðum, nógv meira fyrr enn nú, men tann føroyski tjóðbúnin, soleiðis sum hann sær út nú, er ikki rættiliga gamal. Í gomlum døgum gingu fólk eisini í føroyskum klæðum til gerandisbrúk og tað er her upprunin til tað sum vit í dag kenna sum tjóðbúnan er sprotin burtur úr.


Tað er ikki fyrr enn aftaná seinna veraldarbardaga, at man byrjar at seta ein leist um hvussu klæðini skulu síggja út og hvønn leist man sum tjóð ynskir at seta. Her er tað serliga skræddar Debes, ið eisini gav út bókina ”Føroysk Bindingarmynstur”, ið tykist at vera trendsettari.


Hóast nógv kjak um føroyska tjóðbúnan, um hvussu synd tað er at broyta upp á hann, seta hann saman upp á øðrvísi mátar osfr. So er hettar einki nýtt undir sólini, búnin hevur verið broyttur ígjøgnum allar tíðir og fer nokk eisini at halda áfram at gera tað.


Uttan so at man hevur ein greiðan leist og greiðar niðurskrivaðar reglar um hvat er rætt og hvat er ikki, so fer hendan gongdin ivaleyst at halda fram.


Í botn og grund er føroyski tjóðbúnin eyðkendur í sær sjálvum, búnin hevur nøkur føst eyðkenni og vit í Føroyum og eisini kanska ferðafólk, ið vitja Føroyar duga at síggja um tú ert í føroyskum búna ella ikki. Hvussu tú velur at lata teg í føroyska búnan, er eitt sindur upp til tín sjálvs. 

 

Búnin í dag


Í Føroyum í dag, eru vit røsk at brúka føroyska tjóðbúnan, serliga samanborið við londini rundan um okkum. Tað eru alsamt fleiri og fleiri, ið velja at fáa sær føroysk klæði, so vandin fyri at tjóðbúnin doyr út er neyvan í væntu í nærmastu framtíð. Hvussu vit so brúka føroysku klæðini í dag, eru ymsar meiningar um, men vit síggja kanska serliga at tendensurin er at brúka føroysku klæðini sum einstøk plagg heldur enn bara eina heild. Nevnast kann eitt nú at tað eru alsamt fleiri, ið brúka stimatroyggjuna saman við vanligum buksum, skjúrtið til eina heila blus og ikki bara føroysku troyggjuna og tað er heldur ikki heilt óvanligt at møta eitt nú konufólkið í føroyskari mannfólka húgvu.


 

Spurningurin er so? Hava vit í dag sæð alt tá tað kemur til føroyska búnan, bæði ringt og gott ? Mótin hevur sína ávirkan á búnan í dag, kanska serliga tá tað kemur til litir, men sum heild er ávirkanin ikki so stór at búnin er ókenniligur.