Føroyingar eru knáir í fótbólti og flogbólti. Tað varð enn eina ferð staðfest á fyrsta degnum á oyggjaleikunum suðuri á Man. Eingin mótstøða hefti fyri kvinnulandsliðnum í flogbólti, sum vann 3?0 á Cayman Island, og menninir vunnu 3?1 á Cayman Island og 3?0 á Orkneyoyggjunum.
Í fótbóltinum gjørdi kvinnurnar so nógv um seg, at tað mest av øllum var átókt avrikinum hjá manslandsliðnum í fótbólti, tá oyggjaleikirnir vóru í Føroyum fyri tólv árum síðani.
Føroyar vunnu 11?0 á vertstjóðini, og høvdu tær tímað framvegis at spílað seg út í 2. hálvleiki, so var sigurin vorðin uppaftur størri. Edward prinsur og konan vóru á stadion eina løtu. Undan dystinum heilsaðu tey uppá allar spælararnar. Føroysku kvinnurnar høvdu undan fráferðini úr Føroyum vant seg í at níga soleiðis, sum tað sigst, at tað eigur at verða gjørt, tá hondin skal rættast kongaligum, og tað gekk væl betri hjá føroysku kvinnunum, enn tað gjørdi, tá Mr. Bean á sinni heilsaði upp á drotningina!
Prinsaparið var á stadion í eitt korter. Tá tey fóru av vøllinum var tað við vissuni um, at teirra undirsáttar fóru at tapa ímóti Føroyum, sum longu tá vóru frammanfyri við trimum málum.
Stóri málslúkurin sunnudagin var Rannvá Andreasen. Hon hevur framúr dygdir sum álopsspælari. Sum allir hinir liðfelagarnir hevur hon góðan bóltførleika og gott taktiskt skil, hon er skjót og sterk, og hon sparkar sum ein hestur. Hesa ferð eydnaðist henni at skora fimm mál. Tað er næstan føroyskt met í einum oyggjaleikadysti. Metið eigur Bergur Magnussen, sum í 7?1 sigrinum ímóti Álandi í 1989 skoraði seks mál.
Vøllurin, sum føroyska kvinnulandsliðið spældi á sunnudagin, var einki at reypa av. Men tær roknaðu við, at talan fór at vera um betri vallir í komandi dystunum. Í gjárkvøldið skuldi føroyska liðið spæla ímóti Ynis Mon. Tær vórðu mettar at vera á umleið sama støði sum Isle of Man. Upprunaliga var Cayman Island fjórða liði í bólkinum, sum Føroyar eru í, men stutt undan leikunum góvu tær avboð.
Í hinum bólkinum vann Jersey sunnudagin 4?0 á Isle of Wight, og Áland vann 9?1 á Guernsey. Hálvfinalurnar verða spældar hósdagin.
Í flogbólti hjá monnunum verður roknað við, at avgerandi dysturin um fyrsta plássið í bólkinum verður í morgin, tá Føroyar skulu spæla ímóti Sarema.
Marginalirnir fleiri ferðir ímóti
Í liðkappingini í borðtennis gekst ikki væl sunnudagin. Í badminton gekk heldur ikki væl. Føroyingar vunnu ein dyst og taptu ein. Tey høvdu roknað við, at úrslitið fór at verða nóg mikið at koma víðari í kappingini við, men soleiðis gekst tað kortini ikki.
Í trialton vísti tað seg, at føroyingarnir, sum luttóku fyri fyrstu ferð, als ikki vóru á sama støði sum bestu tjóðirnar. Í hálvum maraton fyri lið vóru bronsumerkini í eygsjón, men Hallur Holm og Guttormur Sørensen vóru akkurát ov stuttir og endaðu á fjórða plássinum.
Ingibjørg Poulsen megnaði ikki at verja bronsumerkið í kúluvarpi frá seinastu leikunum. Besta kastið hjá henni var umleið eins gott og tað var ta ferðina, men kappingarneytarnir høvdu ment seg so mikið, at Ingibjørg endaði á fjórða plássi
Heini Hátún megnaði at renna seg í semifinaluna á tvey hundrað metrum. Semifinalan skuldi vera tíðliga í gjárkvøldið. Tíðin hjá Heina í innleiðandi umfarinum var so mikið góð, at tað varð mett, at finaluplássið var í eygsjón. Magni Mouritsen rann seg sunnudagin í finaluna á 800 metrum. Hon skuldi eisini vera í gjárkvøldið.
Fyrsta kappingardagin vóru ongar kappingar í bogaskjóting og svimjing. Hetta eru ítróttargreinar, har føroyingar á undanfarnu leikunum hava vunnið nógv heiðursmerkir.
Okkara menn á Isle of Man, Álvur Haraldsen og Jákup Mørk, hava ikki ligið á løtu síðuni. Tað, sum teir fingu burturúr fyrsta kappingardegnum, ber til at lesa á síðunum 18?25, og harafturat er frásøgn frá 10. umfarinum í landskappingini í 1. deild í fótbólti, har GÍ vann fyri 10. ferð. Superveteranar í B71 fóru við øllum stigunum av Mølini á Eiði, har pallurin var so náttúruvakur, sum tað neyvan sæst nakra aðra staðni í heiminum, har tað verður kappast í fremstu røð í FIFA høpi. jh