Oljuvinna
Tær føroysku fyritøkurnar, sum hesar seinastu dagarnar hava verið við á stóru oljustevnuni í Noregi, hava fingið væl burturúr.
Tað heldur Annleyg Lamhauge, sum hevur umboðað Menningarstovuna á stevnuni.
Úr Føroyum hava 16 fyritøkur verið við á stevnuni, umframt Mennningarstovuna og Oljuvinnufelagið, sum hava skipað fyri.
Her er talan um fyritøkur, sum í mangar mátar arbeiða í altjóða vinnuni.
- Og tað hevur verið heilt væl eydnað, sigur Annleyg Lamhauge.
Hon sigur, at nógv fólk hava verið á føroyska básinum.
Í løtuni er oljuvinnan í Føroyum í einum slagi av bíðistøðu, nú borað verður, hóast øll eru spent upp á úrslitið av boringini.
Av tí sama er áhugin kanska ikki heilt so stórur fyri føroyska básinum í ár, sum hann hevur verið á undanfarnu stevnum.
- Kortini hava nógvar av fyritøkunum fingið góð sambond, sum tey halda eru verd at byggja víðari á og hjá onkrum eru avtalur eisini við at koma undir land.
Men hon leggur afturat, at tær fyritøkur, sum eru komnar nakran veg í oljuvinnuni, hava eisini gjørt eitt stórt fyrireikandi arbeiði.
- Men tað er sjáldan, at ítøkiligar avtalur spyrjast burturúr stevnum, sum hesari. Og tær fyritøkur, sum siga, at avtalur eru komu undir land á hesi stevnuni, siga, at tað er tí, at tær hava verið á stevnu áður og eru vorðnar kendar í umhvørvinum.
- Tí heldur Annleyg Lamhauge, at tað er sera týdningarmikið at vera við á slíkum, afturvendandi stevnum, so at møgulig viðskiftafólk kenna nøvnini aftur úr framsýningarskránni.
Hetta er ein rættiliga stór stevna, sum verður hildin í norska olju-høvuðsstaðnum, Stavanguri.
Hetta er ein stevna, har ein ørgrynna av fyritøkum eru umboðað og har eini 30.000-35.000 viðskiftafólk úr 90 ymsum londum koma at lodda dýpið.
- Tí hevur tað stóran týdning, at vit eru við, men tað gongur eisini sjón fyri søgn, at tað hevur givið úrslit hjá summum føroyskum fyritøkum, at tær hava verið við í oljuvinnuni í nøkur ár og hava víst flaggið, tí nakrar av teimum hava fingið eitt nýtt bein at standa á.
Stevnan í Stavanguri endar seinnapartin í dag, so føroysku luttakararnir eru á veg heimaftur.
Olja og mentan
Annleyg Lamhauge sigur, at Stavangur er ein sera hugnaligur býur at hava eina stevnu, sum hesa, í, og umframt at verða ein oljustevna, hevur hetta eisini verið ein mentanarstevna.
Tórshavn og Stavangur eru vinabýir og í hesum sambandi hevur Tórshavnar býráð sett sín serliga dám á stevnuna.
- Tað hevur verið heilt serstakliga væl eydnað hjá býráðnum í Havn, sigur Annleyg Lamhauge.
Tórshavnar býráð hevur havt eitt tjald á stevnuøkinum oman ímóti bryggjuni, har Westward Ho hevur ligið.
Umborð á gomlu sluppini hevði býráðið havt móttøku, har nógv fólk vóru, bæði vinnulívsfólk og politikarar. Har varð borðreitt við fiskasúpan og øðrum góðum, føroyskum mati, ið Birgir Enni og hansara hjálparfólk stóðu fyri. Afturvið fekst føroyskt øl og føroyskt vatn.
Og í tjaldinum hjá Tórshavnar Býráði vórðu føroyskar designvørur seldar. Har hevði ferðavinnan eisini framsýning og um kvøldið vóru framførslur av føroyskum tónleiki.