Danska Útlendingatænastan avsannar, at hon súltar umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum -Tað er ikki rætt, tá sagt verður, at vit súlta umsóknir um uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað sigur kunningarstjórin í Útlendingatænastuni í Keypmannahavn, Morten Bo Laursen, við Portalin.
Í vikuni endurgav útvarpið hjá Kringvarpinum føroyskar arbeiðsgevarar og eitt felag, sum útvegar sjófólk, fyri at siga, at danska Útlendingatænastan brúkar alr ov langa tíð til at avgreiða umsóknir úr Føroyum um uppihaldsloyvi. Sagt varð, at tænastan súltar tær føroysku umsóknirnar.
Men tað er ikki rætt, sigur Morten Bo Laursen. Hann sigur, at umsóknirnar úr Føroyum verða viðgjørdar so hvørt, og at Útlendingatænastan hevur gott samstarv við føroysku myndugleikarnar.
-So tað er ikki rætt, tá sagt verður, at vit súlta umsóknir úr Føroyum. Hatta er ikki ein lýsing av málinum, sum vit komast við, sigur Morten Bo Laursen við Portalin.










