Føroyskar Spice Girls

Hóast framførslan í ólavsøkutjaldinum ólavsøkuaftan miseydnaðist orsakað av vánaliga ljóðinum, eru nýggju sangirnir stak góðir, og hvør veit – kanska hava vit fingu tær føroysku Spice Girls

Faroe 5 hevði sína næstu konsert í ólavsøkutjaldinum ólavsøkuaftan. Bólkurin hevði bara tvey løg frammanundan, men nú eru eini nýggju nýggj løg gjørd, ið koma á fløgu til septembur. Næstan øll nýggju løgini eru á enskum, og hesi riggaðu stak væl. Løgini fanga áskoðararnar við feitum rútmum, samstundis sum Faroe 5 genturnar høvdu eina lívliga og góða koreografiska framførslu.

Føroysku Faroe 5 genturnar kundu mint eitt sindur um fimm ensku genturnar, ið á sinnu mannaðu gentubólkin Spice Girls. Eingin Spice genta dugdi rættiliga at syngja, tá tær fóru í hált við hendan bólkin. Somuleiðis eru røddirnar hjá gentunum í Faroe 5 rættiliga misjavnar. Summar sterkar og reinar røddir eru millum genturnar, meðan aðrar eru meira smædnar og tískil sera veikar.

Sjálvt løgini sótu eftir í høvdinum, tá fólk fóru úr tjaldinum eftir konsertina. Helst ensku løgini, dámdi mær sera væl. Í roynd og veru er bara eitt lag, mær ikki dámar. >>Bara eitt spæl<< er barnsligt og hóskar tískil als ikki til tey nýggju løgini, ið smábørn allarhelst ikki høvdu lurtað eftir. Støðið á nýggju sangunum eru nógv hægri, enn har omanfyri nevndi sangurin hoyrir heima. Sera óheppið, tí, sum eg skilji á lagnum, er áhoyrarabólkurin ikki yngri børn.

Framførslan í ólavsøkutjaldinum var fín, men ljóðið var út av lagi vánaligt. Tað skurraði í hátalarunum, og støðið fór somuleiðis syngjandi í botn av tí sama. Ein sera misjøvn konsert, men við nýggju, góðu løgunum, sær út til, at ein ljós framtíð kann vera fyri framman hjá teimum fimm gentunum handan Faroe 5.