Árligi fundurin í Norðurlandaráðnum verður hildin í Helsinki í hesum døgum. Hetta er fyrsti norðurlendski fundurin, har nýggja ABC samgongan fær gjørt vart við síni sjónarmið, og vit kunnu ikki annað enn frøðast um, at nýggi løgmaður okkara, enn einaferð undirstrikaði týdningin av einum sjálvstøðugum føroyskum limaskapi. Hann gjørdi týðuliga greitt í fyrsti røðu síni av hesum slag, at tað framvegis er málið hjá øllum føroyingum, at Føroyar fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum. Løgmaður nam eisini við kreppuna, sum serliga hevur rakt Ísland so hart og gleddist um, at Norðurlond standa saman um at stuðla Íslandi í hesi torføru tíð.
Nýggi mentamálaráðharrin vardi eisini borg, tá hon fór á røðarasessin og uppá tað harðasta vísti aftur eini ætlan hjá embætismannabólki um at skerja ávirkanina hjá smærri tjóðunum í Norðurlandaráðnum í eini av nevndunum í ráðnum, Nordisk Sprogråd. Ætlanin er nevniliga, at eitt nú Føroyar skulu missa javnbjóðis limaskap í ráðnum og heldur fáa eygleiðarastøðu. Málið varð tikið av skránni, helst orsakað av atfinningunum frá føroyskari síðu. Vit standa eins og føroyski ráðharrin púra spyrjandi í hesum máli, tí tað kann ikki vera rætt, at stóru londini í Norðurlandaráðnum skulu taka aftur ein status, ið smærri tjóðirnar í Norðurlondum hava í hesum samanhangi. Tað at vit og eitt nú grønlendingar hava megnað at varðveita egin mál, tó at eru smátjóðir, er veruliga ein av styrkjunum hjá Norðurlondum. Tí er tað ein gáta fyri okkum, at annars siviliseraðu og mentaðu norðurlendsku tjóðirnar vilja flyta eitt nú Føroyar niður í lægri deild. Haldið tí fast her tit, sum umboða Føroyar á hesum stað.
Og enn ein føroysk rødd gav afturljóð á tí norðurlendska pallinum í Finlandi. Tað var tá forsetin í Útnorðurráðnum, Kári P Højgaard so rætt langaði út eftir Bretlandi, sum herfyri framdi skemdargerð móti Íslandi við at tvinna íslendsk áhugamál saman við Al Qaita og tað verri er. Kári P Højgaard helt fyri, at Bretland átti at tikið upp dialog við Ísland, áðrenn tað legði hald á íslendskan banka í Bretlandi.
Norðurlandaráðsfundurin kemur samtíðis, sum vit her heima av álvara hava sett hol á kjakið um framtíðar støðu okkara á tí europeiska meginlandinum. Vit kunnu taka fult og heilt undir við nýggja uttanríkisráðharranum, tá hann í vikuskiftinum segði, at Føroyar eiga ikki bert at hyggja inn á europeiska meginlandið, vit eiga eisini at hyggja longur út í heim. Tá hetta er sagt, so eigur sami ráðharri heldur ikki at avmarka innangarðs sjónarringin. Hóast EFTA limaskapur stendur á skránni, eiga vit eisini at kanna allar aðrar møguleikar, eitt nú limaskap ella hjálimaskap í ES. Tíðin er komin til at vit venda øllum, eisini teimum tabusteinum, har vit hava sett kikaran fyri tað blinda eygað. Heimurin stendur ikki í stað, og hesum mugu vit taka í álvara.