Føroyskar loysnir ???

Kjartan Hoydal hevur í Fregnum tann 22. nov. áhugaverda grein, har hann spyr eftir føroyskum loysnum á teimum trimum stóru útreiðslukrevjandi økjunum: almannamál, heilsumál og skúlamál.

Sjálvur kemur hann ikki við nøkrum ítøkiligum. Kjartan Hoydal er ikki hvør sum helst. 10 ár sum sentralur persónur í føroysku miðfyrisitingini, ein av oddamonnunum í loysingarsamtakinum Hesuferð og so ella so tætt knýttur at Tjóðveldisflokkinum.
Tað sum undrar meg er, at hann spyr eftir serfør-oyskum loysnum á hesum trimum økjum, uttan at ítøkiliggera tær, og tað sum undrar uppaftur meir er, at Tjóðveldisflokkurin, nú á fimta ári í landsstýrinum ikki hevur spælt nakað út um, hvørjar serføroyskar loysnir skulu verða, hóast dúgliga hevur hildið uppá at tær finnast. Spurningur mín er, um tað finnast so serligar serføroyskar loysnir, sum eru nógv ørvísi enn tær í teimum Norðurlondum, vit vanliga samanbera okkum við.
Ein fyritreyt er tá at staðfesta munin ímillum tað føroyska fiskivinnusamfelagið og t.d. fiskivinnusamfelagið í Kyst-Norge, á Norðureysturlandinum í Íslandi ella fiskivinnu samfeløgini í Vestur Jútlandi. Um munur er, skuldu vit funni hann í hesum økjum.
Spurt verður eftir serligum føroyskum loysnum, helst við tí fyri eyga, at tær skulu verða bíligari fyri landskassan, og sjálvandi kunnu vit finna sovorðnar loysnir, sum eru bíligari, men okkara stóri trupuleiki er, at tá vit hava verri skipanir á hesum økjum, er vandi fyri at fráflytingin økist, og so eru vit samanlagt verri fyri at mennast.
Javnaðarflokkurin er altíð tilreiðar at viðgera tær ymisku samfelagsskipanirnar á skúla-, heilsu- og almannaøkinum, eisini við atliti til ein sjálvberandi búskap, men vit taka fyrst og fremst hædd fyri, at støði er sambærligt við hini norðanlondini, fyri at halda fólkið í landinum. Hetta er helst stórsti munurin á okkum og Tjóðveldisflokkin-um, sum setur fullveldi fyrst, og so má fólki laga seg eftir tí, og um vit eru fleiri ella færri verður ikki avgerandi.
Vit hava bíða eftir ítøkiligum útspæli frá Tjóðveldisflokkinum og restini av samgonguni nú í fýra ár, men enn er einki ítøkiligt komið, bert verði yvirordnaður national romantikkur, sum ikki kann brúkast til nakað í viðgerðini av vælferðaskipanunum í fram-tíðarsamfelagnum.
Okkara styrki og veikleiki er, at vit hava eitt ógvuliga vælútbúgvi fólk, har stórur partur er førur fyri at arbeiða allarstaðir í heiminum, og serliga í Norðurlondum. Tí er neyðugt tá tú viðgerð vælferðarskipanirnar, at hesar liggja nøkulunda á sama støði sum aðrastaðni, annars flytir fólki. Søgan hevur víst tað í 30´-, 50´- og 90´unum, tá tær stóru samfelags kreppurnar vóru. National romantikkur er ikki nokk í tí globaliseraða heiminum.
Nú tá vit viðgera samfelagsskipanirnar í Føroyum, er nærliggjandi, fyrst at byrja í erva, og hugsa um miðfyrisitingin ikki kundi verið broytt. Eg eri samdur við Kjartani Hoydal í, at tað Norman-Christensen´ska modelli ikki var nøktandi. Vit fóru jú úr landsstýrinum av somu or-søk í 1996.
Men fullveldissamgongan síðani 1998 hevur útbygt hetta so tað nú er nærum skomm. 45.000 fólk við 9 landsstýrismonnum og undirliggjandi fyrisitingum. Hvat við at lagt hetta tal fast á 6 ministeriir, íroknað løgmann, og so mátti politiska kabalin við samgonguskipan laga seg eftir tí, og onnur atlit verði tikin við nevndarsessum og øðrum.

Miðfyrisitingin kundi sæð soleiðis út.
Løgmaður:
(eftirlit við landsstýrisarbeiðinum, uttanríkismál, fiskivinnusamráðingar, yvirordnað starvsfólkamál umframt lógardeild)

Fíggjarmál:
(sum nú + framtaksgrunnurin, íleggingargrunnur, fíggingargrunnurin frá 1992)

Trivnaðarmál:
(heilsu og almannamál)

Mentamál:
(skúli, hægri útbugvingar, mentan og kirkja)

Vinnumál:
(fiskivinna á landi og sjógvi, alivinna, oljuvinna og onnur privat vinna)

Innlendismál:
(kommunir, FøroyaTele, SEV, IRF, Strandfaraskip Landsins, Landsverkfrøðingurin, bústaðarviðurskifti, umhvørvismál)

Hetta er eitt hugskot, sjálvandi er ikki alt við, men tað skuldi ikki verið trupult at koyrt ónevnd øki í hesa skipan. Eftir hesi skipan er møguleiki fyri at rationalisera miðfyrisitingina.
Útspælið um hvørji øki eru serføroysk, og hvussu tey skulu skipast, bíða vit spentir eftir frá samgonguni, sum nú situr á fimta árið í landsstýrinum, og sigst ætla sær at útbyggja ein sjálvberandi føroyskan búskap. Vit í Javnaðarflokkinum eru tilreiðar at viðgera slíkar spurningar, og gera okkara ávirkan galdandi. Politikkur snýr seg um at finna nýggja leiðir og tora at gera breiðar semjur.