Lógir og reglur
Í nýggja bóklinginum, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur givið út, ávarðar felagið ímóti, at danskar lógir og ES-arbeiðsmarknaðarlógir fara at mynda okkara arbeiðsmarknað.
- Úrslitið kann gerast, at vit fáa ein líka stirvnan arbeiðsmarknað, sum vit síggja í fleiri av ES-londunum.
Køva framtakshugin
Felagið vísir á, at lutfalsliga fá fólk hætta sær undir at stovna egið virki í Danmark og øðrum ES-londum, tí nógvar lógir og reglur køva framtakshugin og fyritakssemið.
- Politikarar eiga at hava hetta í huga, tá ið teir seta í gildi arbeiðsmarknaðarlógir - ikki minst, tá ið teir tosa um tørvin á arbeiðsplássum og nýggjum møguleikum úti um landið.
Umsitingarlig byrða
Felagið sigur, at tey smáu virkini hava snøgt sagt ilt við at lyfta umsitingarligu byrðarnar og fíggjarligu bindingarnar, sum standast av strongu lógarstýringini.
- Tí hongur tað ikki saman, tá ið politikarar bæði tosa um at spjaða arbeiðspláss út um landið og samstundis leggja umsitingarligar fótonglar fyri fólk, sum vilja stovna egið virkið, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.