Føroyskar kvinnur vunnu kappróður

Sunnudagin 2. juni var sjómannadagurin hildin kring alt Ísland, og eitt av tiltøkunum var kappróður. Føroyskar kvinnur í Íslandi høvdu tikið seg saman og mannaðu ein bát til kappróðurin.
Fýra manningar høvdu boðað frá luttøku hjá kvinnunum, og talið av manningum var eisini fýra hjá monnum. Kvinnurnar sigraðu, meðan menninir endaðu á triðja plássi.
Føroysku kvinnurnar vunnu við tíðini 3 minuttir og 5 sekund. Beint aftanfyri var Stefnir frá Suðavík. Ein manning, sum nevndi seg Gazellurnar, endaði á triðja plássi, og løgreglukvinnur endaðu á triðja fjórða plássi.
Hjá monnum vann Stefnir frá Suðavík, og føroyska manningin endaði sum nummar trý.