Føroyska vónin enn á lívi

EM-undankapping í manshondbólti: Grikskur sigur merkir, at Føroyar framvegis kunnu spæla seg víðari

Annar av trimum dystum í EM-undankappingarbólki A, sum verður avgreiddur í høllini á Hálsi hetta vikuskiftið, er júst spældur. Føroyska landsliðið, sum í gjár byrjaði undankappingina við at tapa 20-19 ímóti Kýpros, hevði frí í kvøld, og ístaðin vóru tað hini bæði londini í bólkinum, Grikkaland og Kýpros, sum spældu kvøldsins dyst.

 

Frammanundan varð Grikkaland mett at vera sterkasta liðið í undankappingarbólkinum, og tað sást eisini aftur í dystinum í kvøld. Longu í fyrra hálvleiki var munurin á liðunum greiður, tí grikkar komu skjótt á odda 5-1. Løtu seinni bleiv eisini 10-3, og tá var dysturin mestsum avgjørdur. Kýpros hevði stórar trupulleikar við málskjótingini, tí tá ið liðini fóru til hálvleiks høvdu kýpriotar bert skorað seks mál. Hálvleiksstøðan var 13-6 til Grikkaland, sum eisini skoraði fleiri løtt mál, tí at Kýpros ofta royndi seg við sjey útileikarum og ongum málmanni.

 

Í seinna hálvleiki kom meira spenningur í ta einu løtuna, tá ið Kýpros fekk minkað munin niður í 16-12. Í størri vanda kom grikska leiðslan tó ongantíð. Endin var tann, at Grikkaland vann trivaligan sigur áljóðandi 24-17.

 

Kvøldsins úrslit gevur hesa stigatalvuna í undankappingarbólkinum:

 

1. Grikkaland 2 stig (+7)

2. Kýpros 2 stig (-6)

3. Føroyar 0 stig (-1)

 

Úrslitið av dystinum í kvøld merkir, at føroyska vónin viðvíkjandi víðari luttøku framvegis er á lívi. Víðari luttøka til næsta EM-undanumfar krevur tó, at Føroyar vinna við fimm málum ímóti Grikkalandi í avgerandi dysti í morgin, sum byrjar klokkan 16 í høllini á Hálsi.