Føroyska toskakvotan á Flemish Kap hækkar næsta ár.
Tað er úrslitið á ársfundurin í NAFO, sum andaði í dag, sigur Løgmansskrivstovan.
Í ár varð fundurin hildin í Sankta Pætursborg í Russlandi og embætisfólk úr Fiskimálaráðnum og Uttanríkistænastuni á Løgmansskrivstovuni umboðaðu Føroyar.
Northwest Atlantic Fisheries Organization (NAFO) er millumlanda felagsskapur fyri samstarv um fiskiskap í altjóða sjógvi í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum. í NAFO økinum er tað serstakliga toskafiskiskapur á Flemish Kap og rækjufiskiskapur á Flemish Kap og Grand Bank, sum hevur týdning fyri Føroyar.
Toskastovnurin á Flemish Kap er í menning. Á ársfundinum samdust limalondini í NAFO um at hækka heildarkvotuna næsta ár samsvarandi vísindatilmælinum til 14.113 tons, sigur Løgmansskrivstovan.
Føroyar hava góð 22 prosent av heildarkvotuni, sum gevur Føroyum 3.154 tons av toski næsta ár. Hetta er ein hækking á góð 1.000 tons.
Rækjustovnurin á somu leiðum er enn illa fyri. Í samsvari við vísindaligu ráðgevingina var greiður meiriluti fyri, at veiðubannið fyri 2011 fyri rækjufiskiskap á Flemish Kap heldur fram í 2013.
Greiðar ábendingar eru um, at rækjustovnurin á Grand Bank er í minking. Heildarkvotan fyri rækjur fyri 2012 var 12.000 tons, og í ár mælti NAFO vísindanevndin til at avmarka heildarveiðuna í 2013 til 8.600 tons.
Føroyar vildu hava eina hægri heildarkvotu vísandi til samtyktina frá í fjør um at lækka fiskiskapin eftir rækjum yvir eitt tvey ára tíðarskeið, og at heildarkvotan fyri 2013 skuldi verða 9.350 tons.
Meiriluti var tó fyri at fylgja nýggjasta vísindaliga tilmælinum og áseta heildarkvotuna til 8.600 tons komandi ár.
Ósemjan í NAFO um býtið av rækjum á Grand Bank er tó framvegis óloyst. Tískil hava Føroyar aftur í ár tilskilað sær rætt til at mótmæla býtinum og seta egna kvotu við støði í samtyktu heildarkvotuni.
Føroyar eiga eisini kvotur av svartkalva og kongafiski á Flemish Kap, og verða hesar ávikavist 199 tons og 69 tons í 2013, sigur Løgmansskrivstovan.