Í kunningarskrivi dagfest á Gjaranesi hin 10. sept. 2003 stendur at lesa í fyrsta reglubroti: »Hin 14. september 2003 varpar hin Føroyska Sjómanskirkjan (FSK) ljós á søguna og arbeiðið hjá sjómanskirkjuni. FSK varð stovnað í Runavík hin 8. juli 1981. Tess vega hava vit valt Glyvra kirkju sum karm um hátíðargudstænastuna. Um-boð fyri kirkjuráðini, prestar og onnur innboðin verða til gudstænastu saman við kirkjuliðnum á staðnum.
Hin køni lesarin veit, at FSK varð stovnað á prestafundi í KFUK í Tórshavn hin 2. juni 1981, og fyrsta nevndin varð vald sama dag. Hetta stendur at lesa sum inngangur til sjálva reglugerðina, ið seinast varð dagførd 29. juli 2001 á ólavsøkukonvent í Bispagarðinum.
Hin 8. juli 1981 varð so hin fyrsti nevndarfundurin hildin á Sjómansheiminum í Runavík. Talan er sostatt um nevndarfund og ikki stovningardag.
Biðið verður um umbering fyri hetta mistakið, sum hervið verður rættað. Undirritað hevur ábyrgd av mistakinum.