Súkkling
Føroyska súkklulandsliðið luttók í vikuskiftinum í trimum kappingum í Íslandi. Kappast bleiv í Býarkoyring, Landavegkoyring og Einkultstarti, tvs, somu kappingar sum kappast verður í á Oyggjaleikum seinni í summar.
Teir sum manna føroyska súkklulandsliðið eru Eli Christiansen, Bogi Kristiansen, Esmar Joensen, Christian Guttesen og Gunnar Dahl-Olsen, ið eisini er venjari. Hjálparvenjari er Geyr Gilsteinsson.
Fríggjadagin gekk leiðin til Íslands, og longu fríggjakvøldið var fyrsta kappingin á skránni. Tá bleiv kappast í Býarkoyring. Koyrt bleiv 20 umfør á 2 km.
Tá menn høvdu koyrt gott 20 km stakk Gunnar av frá feltinum, og tað eydnaðist honum at koyra sigurin heim og vinna ein tryggan sigur.
Hørð kapping var um 2. plássið, og ikki óvæntað megnaði Bogi at vinna endaspurtin.
Eli vann Landavegkoyringina
Leygardagin var veðrið ikki súkklarunum tilvildar, men kappast skuldu menn kortini. Kappast var í Landavegsúkkling og teinurin var 80 km.
Bogi var væl koyrandi leygardagin og koyrdi rættiliga agressivt. Hann royndi tað hann kundi at sleppa undan høvðusfeltinum. Tað eydnaðist, tað gekk sum tað skuldi, og løtu seinni eydnaðist tað eisini Eli at koyra niðan til Boga, ið stríddist einsimallur í øllum mótvindinum.
Nógvar kilometrar seinni skuldu teir báðir sprinta um 1. plássið. Tá átti Eli munin og vann sín fysta uttanlanda sigur nakrantíð.
Eisini Gunnar skuldi sprinta sína plasering, um triðjaplássið, og tað eydnaðist honum at vinna við bert fáum sentimetrum á sterkasta íslendska súkklaranum, 24 ára gamli Hafsteinn Ægir Geirsson, ið var tann súkklari, sum vann kappingina samanlagt. Eingin av føroysku súkklarunum hevði møguleika at vinna samanlagt, hetta orsaka av, at fyrsta etapan varð súkklað hóskvøldið.
Spenningur til síðsta sekund
Sunnudagin skuldu menn kappast í einkultstarti, 17 km. Spenningur var undan kappingini um hvør fór við sigrinum. Hafsteinn hevði undir allari kappingini víst, at hann var sera væl fyri, og Eli Christiansen hevur tikið seg nógv fram í ár, so kanska fór hann at enda ovaliga á heiðurspallinum. Eisini íslendingurin Gísli Karel Elísson er stinnur í hesari grein, eins og Gunnar eisini er stinnur í einkultstarti.
Koyrt bleiv sum sagt 17 km og leiðin gekk frá Árnes og 8,5 km eystur móti ?jórsáardali, og síðan aftur til Árnes. Tá menn høvdu koyrt hálvan teinin førdi Hafsteinn við 20 sekundum á nummar tvey, ið var Gunnar. Men á hálvarileið var onki avgjørt, og við tí í tonkunum, at Hafsteinn nú stóð til at vinna, koyrdi Gunnar nú enn meira á. Túrurin á mál gjørdist harður eftirsum tað bæði var mótvindur og mótbrekka. Væl gekk hjá Gunnari, og tá avtornaði eydnaðist tað Gunnari av vinna við 9 sekundum.
Men samlaður vinnari gjørdist íslendingurin Hafsteinn Ægir Geirsson, sum við sigrinum gjørdist nógvar upplivingar og 70 túsund íslendskar krónur ríkari.











