Føroyska pressan seyðahundur heldur enn vakthundur

Tjóðveldisformaðurin og fyrrverandi sjónvarpsmaðurin Høgni Hoydal var rættiliga bersøgin, tá hann segði sína hugsan um teir føroysku fjølmiðlarnar

Høgni Hoydal, sum eisini hevur útbúgving innan fjølmiðlavísindi, segði í sínum uppleggi, at fjøl­miðlar og fólkaræði hanga óloysiliga saman, og at skalt tú hava fólkaræði, mást tú hava fjølmiðlar, har borgararnir kunnu samskifta og tá tann hátt taka ábyrgd og ávirka samfelagsins gongd. Men høvuðsuppgávan hjá fjølmiðlunum er ikki bara at virka sum samskiftismiðil, men eisini at viðgera valdið í samfelagnum á ein kritiskan hátt. Sjálvur var Høgni Hoydal av teirri uppfatan, at teir føroysku fjølmiðlarnir hava virkað væl sum mentanarberar, men at tað er eisini tann einasta fjølmiðlauppgávan, sum teir hava røkt.

Høgni Hoydal segði, at tann føroyska pressan hevur altíð verið veik, og at tað hevur samband við søgu hennara. Hann vísti á, at bløðini vóru flokspolitisk heilt upp í nítiárini, og at tað almenna kringvarpið hevði ikki átakið sær tann kritiska leiklutin í nóg stóran mun, men hevur virkað meiri sum endurgevandi heldur enn viðgerandi. Hetta hevur sambært Høgna Hoydal verið ein stórur bági fyri tað føroyska samfelagið, og hann helt ikki, at vit eru komnin burtur úr hesum enn, hóast vit nú hava tvey bløð, sum hann umrøddi sum næstan óheft.

Høgni Hoydal helt, at í Føroyum er tann partapolitiska pressan endurskapað. Hann vísti á, at politiskir flokkar og privatar fyritøkur hava sonevndar spuna­smiðir, sum sita og orða tíð­inda­skriv, sum snara heimsmyndini og viðurskiftunum ávísan veg, og sum í flestu førum fara óviðgjørd í fjølmiðlarnar.

Høgni Hoydal segði, at fremsta uppgávan hjá fjølmiðlunum er at upplýsa og at viðgera øll viður­skifti kritiskt og ikki minst at bjóða valdinum av, og tað ger pressan ikki sum er, segði hann.

- Eg haldi uppá, at millum 80 og 85 prosent av tíðini í føroysku pressuni fara til at endurskapa valdið hjá tí sitandi valdinum, bæði tí politiska valdið og tað búskaparliga valdið hjá fyritøkum, stovnum og embætisverki, meðan kanska 10 til 15 prosent fara til at bjóða valdinum. Avleiðingin er, at pressan verður ein seyðahundur heldur enn ein vakthundur, segði Høgni Hoydal. Formaðurin í Tjóðveldi spurdi sjálv­ur, hvat er at gera. Hann helt, at umframt eina føroyska fjølmiðlaútbúgving skulu vit hava eitt alment kringvarp, sum fær neyðugar umstøður at virka sum ein public service stovnur.

Teir privatu fjølmiðlarnir skulu eisini hava betri umstøður, segði Høgni Hoydal. Hann nevndi, at eftir hansara tykki var tað eitt stórt afturstig at taka stuðulin til blaðútberingina burtur, so bløðini noyddust at gera sínar egnu skipanir, og hann segði seg vera sinnaðan til at taka undir við tiltøkum, sum kunnu hjálpa bløðum og tíðarritum at røkka sínum lesarum.

Høgni Hoydal nam við ta trup­ulu tíðina hjá fjølmiðlunum og segði, at ein avleiðing av hesum er, at í eru allir fjølmiðlar - almennir sum privatir - farnir at kappast um undirhaldið, tí tað selir betur.

- Tað er tørvur á einari ment­an­ar­­kollvelting í føroyska fjøl­miðlaheiminum, men hana fáa vit ikki, fyrr enn vit geva tí almenna kringvarpinum og teimum privatu fjølmiðlunum betri umstøður at virka í, segði Høgni Hoydal í kjak­upp­leggi sínum.