Føroyska operan á forsíðuna í Íslandi

Størsta íslendska avísin, Morgunblaðið, hevði mánadagin føroysku operuna Í Óðamansgarði á forsíðuni. Íslendingar hava sýnt áhuga fyri at fáa operuna til Íslands.

Ikki bara her heima verður fylgt við í fyrireikingunum til fyrstu føroysku operuna á palli. Í hesum døgum koma 6 útlendsk fjølmiðlafólk til landið at ummæla og skriva um operuna í bløðum sum danska Politiken og bretska The Times. Mánadagin kom operan á forsíðuna á størstu íslendska dagblaðnum Morgunblaðið.
Í blaðnum er samrøða við íslendska tenorin, Eyjólf Eyjólfsson, sum hevur ein høvuðsleiklut í føroysku operuni. Hann sigur, at operan er eitt krevjandi verk, og tí hava tey vant hart ta seinastu tíðina. Hann heldur tað vera sera spennandi at luttaka, men ger samstundis vart við, at opera avgjørt ikki er nøkur siðvenja í Føroyum.

Fáar sýningar

Hóast stóra áhugan fyri fyrstu føroysku operuni bæði í Føroyum og uttanlands, verður einans stutt høvi at uppliva hana á palli í Føroyum. Hon verður einans sýnd komandi vikuskifti. Fyrsta sýning verður hóskvøldið 12. oktober kl. 19.30, og seinasta almenna sýning verður bara fýra dagar seinni, sunnudagin 15. oktober kl. 16.00.
Ein sýning kostar út við 40.000 kr. og tí eru ikki ráð til at hava sýningar í fleiri vikur. Stóri áhugin fyri operuni uttanlands er tó ein ábending um, at føroyska operan kanska verður at síggja á palli úti í heimi. Umframt fjølmiðlar hava eisini fyriskiparar í íslandi sýnt áhuga fyri operuna og hava tosað um at fáa hana til Íslands. Sami áhugi er eisini í øðrum londum.