Føroyska oljuvinnan væl við

Føroya Oljuídnaðarbólkur, ið umboðar tey sjey oljufeløgini, sum hava leiti- og forkanningarloyvi í Føroyum, skipaði í gjár fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, har einir 200 føroyingar sótu og lýddu á fyrilestrar frá útlendskum serfrøðingum.

– Útlendsku gestirnir vóru bilsnir av, at føroyingar eru so væl fyrireikaðir til eina oljuvinnu í Føroyum, sigur Jan Müller, stjóri í Føroya Oljuídnaðarbólki.

Hann letur væl at tí, sum kom burtur úr oljuráðstevnuni í gjár, og í góðveðrinum í dag er hann farin útferð og á ymsar vitjanum við útlendsku gestunum.

Hoyr samrøðu við Jan Müller niðanfyri: