Føroyska oljuútbjóðingin væleydnað

-Verða gassfund gjørd á føroyskum øki nær markið, so er ikki óhugsandi, at hesi kunnu verða knýtt í komandi gassrørleiðingina, sum BP hevur avgjørt at leggja frá feltunum Foinaven og Schiehallion og til lands stendur m.a. í frágreiðing frá eini bretskari ráðgevandi fyritøku í oljuvinnuni, har tað eisini verður sagt, at føroyska útbjóðingin hevur verið sera væleydnað.

 

Bretska ráðgevandi fyritøkan í oljuvinnuni, Wood Mackenzie hevur júst gjørt eina frágreiðing um 1. føroysku útbjóðingina. Tað var annars henda fyritøkan, sum Oljufyrisitingin brúkti sum ein av ráðgevunum, tá fyrieikingarnar vórðu gjørdar til 1. útbjóðing. Í frágreiðingini er sett upp, hvat tey ymsu feløgini hava fingið tilluttað og gjørd er talva, sum vísir, hvørji feløg hava fingið mest osfr. Víst verður á, at sera stórur áhugi hevur verið fyri tí sokallaða "Gullhorninum", og hetta hevur gjørt, at eingin hevur fingið júst tað hann hevur biðið um. Tí eru eisini nógv loyvi givin í hesum lutvíst lítla økinum, ið eru jarðfrøðilig løg, sum eru lík teimum við Foinaven og Schiehallion keldurnar. Umleið 70% av tí økinum, sum er boðið út, eru ikki við í tillutaðu loyvunum. Men verða fund gjørd í tí mest áhugaverda økinum, so kann lættliga henda, at áhugin fyri økjunum bæði norðan og eystanfyri "Gullhornið" fara at vekja áhuga, sjálvt um basalt er at finna her. Frágreiðingin nevnir eisini møguleikan fyri at gera gassfund í økjunum við tjúkkum basalti og vísir í hesum sambandi á tey gassfund, sum eru gjørd á bretskum øki.

Frágreiðingin vísir eisini á møguleikan fyri, at Conival-fundið, sum varð gjørt á bretskum øki (men sum enn einki ítøkiligt er frætt um, blaðm.) kann ganga inn á føroyska lisensøkið niðri í "Gullhorninum".

Í niðurstøðuni síni sigur fyritøkan, at nógv bendir á, at 1. føroyska útbjóðingin er sera væleydnað. Fleiri feløg søktu um lisens enn talið av feløgum, sum fingu tillutað loyvi, og eingin umsøkjari fekk júst alt tað, hann søkti um. Kappingin um teir "heitu" teigarnar endaði við, at nøkur av feløgunum fingu als einki av tí, sum tey søktu um. Haraftrat kemur, at loyvi eru eisini givið uttan fyri "heitu" teigarnar, hóast man veit lítið um møguleikan at finna kolvetni her og hóast har eru tjúkkar basaltfláir, sum seta stór tøkniliga krøv. Eisini verður víst á, at feløgini hava bundið seg til at bora 8 brunnar, sum er meira enn ein brunnur uppá loyvið.

Wood Mackenzie sigur at enda í niðurstøðu síni, at verða oljufund gjørd í føroyskum øki er møguleiki fyri, at hesi kunnu verða bundin í framleiðsluútbúnaðin (flótandi framleiðsluskip) á Foinaven og Schiehallion keldunum á bretskum øki. Og verða fundini rættiliga stór er sannlíkt, at framleiðsluloysnir kunnu verða settar upp á staðnum. Víst verður eisini á møguleikan, nú BP hevur gjørt av at leggja gasrørleiðing frá Foinaven og Schiehallion til lands, at møgulig gassfelt á føroyskum øki tætt uppat markinum, kunnu knýtast í komandi BP rørleiðingina.

Í frágreiðingini verður annars upplýst, at bretar hava gjørt av at útseta teirra 19. útbjóðing vestan fyri Hetland tvs. m.a. hinumegin føroyska markið, til í ár 2002. Hetta kemur helst sera óvart á bretskan oljuídnað, sum hevði vónir um, at útbjóðing fór at vera seinni í ár. Útbjóðing er longu vorðin útsett í eina tíð. Orsøkin er tann, at bretskir myndugleikar mugu til at tillaga umhvørvisreglurnar til eitt ES-direktiv.

Hinvegin hava stóru oljufeløgini BP og Shell nýliga avdúka stórar íløguætlanir fyri bæði Atlantsmótið og Norðsjógvin, nakað, sum kemur sera væl við hjá bretska oljuídnaðinum. M.a. verður nú av álvara farið undir at byrja framleiðslu frá risastóra oljufeltinum Clair vestan fyri Hetland. Tað fer so óbeinleiðis eisini at fáa týdning fyri leiting við Føroyar. Meiri virksemi í økinum nærhendis kann vera við til at menna samlaða infrastrukturin og íløguhugin í øllum økinum, sum so aftur kann gagna leiting og framleiðslu hjá okkum.


Talvurnar niðan fyri eru frá seinastu frágreiðingini hjá Wood Mackenzie.

Net Acreage Positions in ?Hot? Licences 001-004

Ranking Company Percentage of Total Acreage Acreage/km2

1 BP 23% 284.0

2 Agip 16% 199.0

3 Statoil 14% 171.5

4 Phillips 12% 147.0

5 Amerada Hess 9% 105.7

6 BG 8% 98.3

7 Enterprise 8% 98.0

8 Veba 6% 73.5

9 DONG 3% 41.8

10 Føroya Kolvetni 1% 15.0

11 Atlantic Petroleum 0.02% 0.2

Total 100% 1,234.0


In terms of the total acreage awarded, Anadarko has gained by far the most net acreage (a total of 15 blocks to the north and north west of the acreage on offer) followed by Agip and Statoil.

Net Acreage Positions in all Licences

Ranking Company Percentage of Total Acreage Acreage/km2

1 Anadarko 37% 1568.5

2 Agip 15% 650.1

3 Statoil 12% 523.0

4 Phillips 10% 402.6

5 Enterprise 7% 289.7

6 BP 7% 284.0

7 Veba 5% 201.3

8 Amerada Hess 3% 105.7

9 BG 2% 98.3

10 Føroya Kolvetni 1% 48.9

11 DONG 1% 41.8

12 Atlantic Petroleum 0.01% 0.2

Total 100% 4,214.0


Total Net Acreage Awarded by Company