Oyggjaleikirnir eru nú aftur á skránni. 25 størri og smærri oyggjar og oyggjalond dystast alla vikuna í Álandi. Føroyar teljast millum hesar oyggjar. Og tað eru vit errin av. Hetta óføra tiltakið at savna ítróttarfólk úr ymsum fjølbroyttum oyggjasamfeløgum er einki minni enn ein gimsteinur. Her er ikki bert talan um at møtast í dysti. Tað snýr seg eisini um at fáa oyggjafólk at kenna samanhald, fólk, sum hava tað til felags at hava oyggjarøtur.
Føroyar hava verið við í leikunum frá byrjan. Hetta eru 13. leikirnir. Vit luttaka við nógvum ungum ítróttarfólkum í fleiri greinum frá einmansleiki til liðkapping. Vit kunnu bara vera errin av okkara fólkum, sum hava vant leingi til hesar serstøku leikir. At vinna í oyggjaleikum er nakað heilt serligt fyri okkara ungu ítróttarfólk. Her dystast tey móti øðrum oyggjabúgvum, og tað kenst sum nakað heilt serligt. Vit líkasum kenna hvør annan út frá tí felags samleika vit eiga sum oyggjabúgvar.
Føroysku miðlarnir hava alstóran týdning fyri leikirnar. Hóast mong í Føroyum ikki hava stórvegis áhuga fyri ítrótti, so er hetta nakað serligt, og tí er eingin ivi um, at mong útvarpslurt standa frá alla vikuna. Tær ymsu ítróttargreinarnar eiga pláss í mongum hjørtum, eisini hjá teimum, ið ikki eru virkin men sum hava eitthvørt tilknýti til ítróttargreinina ella persónarnar, sum umboða hana. Hesin áhugi merkist kanska best, har ávís pláss í landinum kenna tað sum sum júst tey eiga ta og ta ítróttarliðið.
Eisini Miðlahúsið roynir sítt besta til hesar leikirnar. Við okkkara mongu miðlum hava vit fyri fyrstu ferð gjørt eina djarva roynd: at fara av landinum við 8 fólkum til at varpa út á Rásini, at skriva greinar í Sosialinum og at leggja út aktuelt tilfar, myndir og kykmyndir á Portalinum hjá Føroya Tele.
Við tí stóru manning og tí breiða dekningi, sum Miðlahúsið vartar upp við til oyggjaleikirnar í Álandi halda vit gott, at vit kunnu loyva okkum at siga, at vit eru sjálvt miðlaflaggskipið til hetta stóra tiltakið. Nú eru leikirnir júst byrjaðir, so vit skulu heldur ikki longu nú koma við nøkrum dómi um okkara prestatiónir og tær hjá okkara kappingarneytum. Vit halda tað vera stunt og gott við kapping, og tað er ikki ov nógv sagt, at Rás2 í Miðlahúshøpi hevur víst sínar avgjørdu dygdir. Henda rásin er komin fyri at verða. At tann kendasti og besti frásøgumaðurin í føroyskari útvarpssøgu, Jógvan Arge er við á brúnni ger hetta ikki minni spennandi. Saman við Hilmar Jan Hansen, sum eisini er millum kendastu og frægastu útvarpsrøddir í landinum, gleðir restin av oyggjaleikaliðnum við Jákup Mørk og Eyðun Klakstein við stýrisvøl seg til eina góða oyggjaleikaviku. Vit her í Miðlahúsinum fara at ynskja føroysku luttakarunum á leikunum góða eydnu og vit senda hervið eisini okkara bestu heilsanir til manningina á miðlaflaggskipinum til oyggjarleikirnar. Gott í tykkum – gerið leikirnar til eina fólksliga uppliving.









