Føroyska málnevndin: Hvussu eitur tað á føroyskum? Nýggj føroysk yrkisorðabók

Henda spurning munnu vit mangan hava hoyrt frá føroyingum. Hvussu ber tað til, at føroyingar spyrja aðrar føroyingar henda spurning? Jóhs. av Skarði hevur eitt svar: "Málstøðan í Føroyum er tann, at mong orð, sum vanliga verða nýtt manna millum, hava ikki fingið innivist í bókamáli. Tey hava, heilt frá tí at áhugin fyri málinum vaknaði, og farið varð rættiliga undir at arbeiða við tí, verið hildin at vera óføroysk, tó at fólk yvirhøvur nýttu tey. Føroyingar hava so í málstrevi sínum alla tíðina verið tað, vit kunnu kalla málreinsarar" (inngangur til Do-fø. orðabókina 1961)

Føroyska málnevndin
Marius Staksberg,
skrivari

.
Málrøktin í Føroyum hevur eisini umfatað yrkisbókmentir, soleiðis at skilja at fakfólk hava arbeitt við tí partinum av málinum, sum hevur við teirra yrki at gera. Henda siðvenjan er yvir hundrað ára gomul. Vit mugu viðurkenna, at arbeiðið at menna yrkismálið hevur kanska ongantíð verið so átrokandi sum í dag, nú alheimsgerðin av álvara er farin at gera um seg. Vit kenna nøkur av úrslitunum av alheimsgerðini, t.d. at tað enska málið breiðir seg kring allan knøttin og leggur seg á øki, har tað fyrr ikki hoyrdi heima. Vit skulu ikki ræðast enskt, tvørturímóti. Vit eiga at læra okkum tað so væl sum til ber. Men harumframt eiga vit at læra okkum føroyskt so væl sum til ber. Føroyskt livir eina tilvera saman við øðrum málum, mest enskum og donskum. Alneyðugt er at menna føroyskt, skal tað ikki verða kollrent av fremmandamálum. Her má miðvíst arbeiði gerast við at víðka ræsurnar fyri føroyskum og menna tað á øllum økjum. Hvussu gera vit tað? Tað gerst m.a. við, at fakfólk - saman við málfólki - seta seg niður og spyrja seg sjálv: Hvørjum orðum hava vit brúk fyri, tá ið vit skulu tosa um okkara yrki mótvegis almenninginum? Takið verður so í teimum førum, har einki føroyskt orð er tøkt, at fáa tað til vega á onkun hátt.
Mong munnu kenna navnið Jeffrei Henriksen. Hann var í mong ár føroysklærari á læraraskúlanum og limur í málnevndini. Hann hevur verið sera íðin á tí málsliga økinum. Hevur givið nógvar bøkur út millum ár og dag. Hann hevur skrivað eina nýggja yrkisorðabók við orðum innan fyri mál- og bókmentaøkið. Útgevari er Føroyska málnevndin. Hetta er triðja og nógv tann størsta bókin, sum málnevndin gevur út. Tær báðar undanfarnu eru Fólkanøvn og Nøkur teldorð. Harumframt hevur málnevndin saman við Føroya oljuídnaðarbólki, Oljumálaráðnum og Føroyamálsdeildini gjørt ein oljuorðalista, sum ikki er útgivin sum bók, men liggur á heimasíðuni hjá málnevndini.
Hetta man vera tann størsta yrkisorðabókin, vit eiga á føroyskum. Hon er skipað í tveir høvuðspartar. Í øðrum partinum verður víst frá tí fremmanda orðinum til tað samsvarandi føroyska, og í øðrum partinum - høvuðspartinum - standa tey føroysku orðini sum leitorð við eini tilvísing til tað samsvarandi fremmanda orðið. Eitt, sum ger hesa bókina virðismikla er, at hugtøkini verða skilmarkað (definerað), og at dømi ofta eru við, sum vísa orðið í brúki. Eitt av endamálunum við orðabókini er at gera vart við tey føroysku orðini, sum vit eiga á hesum økjum. Men ikki minni týdningarmikið er eitt endamálið at fáa í lag eina eintýdda málnýtslu, tá ið vit tosa um mál- og bókmentafrøði. Yrkisorðabókafrøði hevur sum fremsta endamál at normera málnýtsluna á tí einstaka økinum, og fyrsta boð er: eitt hugtak - eitt orð. Henda hugmyndin byggir á tað sjónarmið, at tá slepst undan miskiljingum.
Bókin er ætlað fólki, sum arbeiðir innan mál- og bókmentaøkið, t.e. fyrst og fremst innan skúlagátt, bæði lærarum og næmingum. Bókin kann nýtast á øllum skúlastigum. Tað hevur týdning, at t.d. føroysklærarar í barnaskúlanum nýta bókina, soleiðis at tá ið næmingarnir koma upp í framhaldsdeild, miðnámsskúla og fróðskaparsetur, kenna teir hugtøkini við teimum føroysku orðunum. Bókin er eisini hent hjá øðrum lesandi, ikki minst á læraraskúlanum, og hon eigur at vera ómissandi hjá teimum, sum hava føroyskt sum linjulærugrein.
Orðabøkur líða allar undir tí vansa, at av tí at málið alla tíðina er í menning, eru tær meira ella minni ov gamlar longu tann dagin, tær koma út. Hetta er tekin um góða heilsustøðu hjá málinum. Innan mál- og bókmentaøki verður nógv granskað, og tí koma alla tíðina nýggj hugtøk og nýggj orð fram. Henda bókin inniheldur meginpartin av orðatilfarinum, sum er at finna í føroyskum bókum og ritum um hesi evni. Hvussu eitur tað? Ja, tað eigur henda bókin at geva tær svar uppá.

Bókin er 269 síður til longdar og kostar 200 kr. í bókabúðunum.

Føroyska málnevndin
Málstovan
V.U. Hammershaimbs gøtu 16
FR-100 Tórshavn
Tlf. 312397
Faks 352521
T-postur mariuss@setur.fo
Heimasíðan www.fmn.fo