Føroyska bylgjan floymur yvir Ísland

Fleri konsertir við føroyskum tónlistafókum eru í íslandi í hesum døgum og føroyska bygjan, nevnd Fairwaves, ger vart seg plakatum og í fjølmiðlum

Hanus G. Johansen, Eivør Pálsdóttir Band og Kári Sverrisson og Mikael Blak hava leikt í Austurbæjarbio, sum er niðurlagt filmshøli, og føroysku konsertirnar halda fram.
Leygardagin 19. oktober klokkan 15 fara Clickhaze og Krit á pall í Smáralind í Kópavági og sama kvøld fara Clickhaze og A.R.T. á pall á Grand Rokk í Reykjavík.
Tann 26. oktober fara Clickhaze og Krit á pall í Austurbæjarbio og eisini aðrar konertir eru ætlaðar, men eru ikki fastlagdar enn, sigur Jens Guð, sum er tónleikaserkønur og sum er kendur í Føroyum frá sínum ferðum her. Hann hevur skrivað nógv um Íslendsakn og føroyskan tónleik.
Jens Guð sigur, at í hesum døgum er vónleyst at hyggja í eitt blað, ella at skrúva frá í sjónvarpi ella útvarpi, uttan at hoyra um føroysku tónleikararnar.
Miðbýurin í Reykjavík er eisini merktur av Fairwaves og plakatir gera vart við føroysku bylgjuna.
Jens Guð sigur, at øll bløðini skriva um føroysku tónleikararnar og FréttablaðIð hevur mynd av Eivør Pálsdóttir á forsíðuni og tvær síður um songkvinnuna inni í blaðnum. Ríkisútvarpið spælir í hesum døgum eini 10-15 føroyskar sangir um dagin, sigur Jens Guð úr Íslandi, har føroyska bylgjan leikar.